Nú er greitt, at B36 skal spæla ímóti FK AUDA úr Lettlandi í fyrsta umfari í Conference League.
Fyrri dysturin verður á útivølli 11. juli, og seinni dysturin verður á Tórsvølli vikuna eftir, tann 18. juli.
Her eru nøkur hagtøl og nakrar upplýsingar um komandi mótstøðuliðið:
Felagið er úr Kekava, nærhendis høvuðsstaðnum Riga.
FK Auda flutti upp í bestu deildina í 2021.
Árið eftir vann felagið fyrsta stóra gullmerki í søgu felagsins. Tað var í 2022, tá FK Auda vann heimligu steypakappingina.
Auda spældi á fyrsta sinni í evropeiskari kapping í fjør. Sum steypavinnarar spældu teir í øðrum umfari í Conference League og taptu samanlagt 5-2 fyri Spartak Trnava úr Slovakia.
Besta úrslitið nakrantíð í heimligu kappingini rakk Auda í fjør. Liðið endaði tá á triðja plássi.
Felagið fekk nýggjan høvuðsvenjara í síðstu viku. Eftir ov løk úrslit higartil í ár var Filipe Almeida sagdur úr starvi, og Zoran Zeljkovic úr Slovenia var settur sum høvuðsvenjari ístaðin. Hann hevur fyrr staðið á odda fyri m.a. Koper og Ljubljana í heimlandinum.
Tá Føroyar taptu fyri Lettlandi í Baltic Cup í síðstu viku, vóru tveir úr Auda við í letlendska hópinum. Miðvallarin Aleksejs Saveljevs spældi allan dystin, meðan miðverjin Ilja Korotkovs kom ikki á vøllin. Málverjin Krisjanis Zviedris hevur fyrr verið í landsliðshópinum uttan at hava spælt nakran skrásettan landsdyst.
Í hópinum eru 15 útlendingar, m.a. fýra úr Brasil, tríggir úr Fílabeinsstrondini og tríggir úr Senegal.
FK Auda er í løtuni á fimta plássi í heimligu kappingini eftir 18 umfør.
Mynd: FK AUDA
Comments