B36 eigur fleiri felagssangir, og teir eru nú tøkir á Spotify, Apple Music og øðrum tónleikatænastum. Tú finnur teir við at skriva ‘Fótbóltsfelagið B36’ í leititeigin.
Fyrsta útgávan ‘Her er stuttligt’ kom í 1995. Flestu sangirnir tóku útgangsstøði í B36. Terji Rasmussen smíðaði fleiri løg, og Robert McBurnie hevði eisini eitt lag á útgávuni. Kassameistarin Kjartan Mohr var partur av Tórshavnar Manskóri, og teir høvdu eina útseting av 'Rennið Dreingir' við á fløguni. Heri Kragesteen og Petur Eiriksson vístu eisini, at teir ikki eru sørir innan tónleik.
Tá fløgan var ávegis, hevði B36 ikki nokk av felagssangum til útgávuna. Og teir sangirnir, sum kanska vóru mest spældir, høvdu sum so ikki nakað beinleiðis tilknýti til B36.
Ein var sangurin Nummar, har Terji Rasmussen hevði skrivað orð og lag, og sum hann framførdi saman við frændanum Eyðuni Nolsøe. Sangurin hevur einki við fótbólt at gera, men verður av teimum flestu fataður sum B36-sangur, og hann eigur eisini sjálvsagt pláss í sangheftinum, tá B36 hevur sínar veitslur.
Hinar báðar sangirnar átti Lokum, sum Rókur Jákupsson Jakobsen og Hallur Johannesen stóðu á odda fyri. 15 ára gamlir áttu teir tveir sangir á útgávuni. Annar var ‘Lívið er rotið’ og hin var landaplágan ‘Charlie’, sum eisini var spældur á tamb í útvarpinum.
Um aldarskiftið kom útgávan 'Svart & Hvítt', sum var stakfløga hjá Kim Hansen og Taxi. Nøkur ár seinni var James Olsen ein av drívmegunum, tá 'Svart+Hvítt' kom á marknaðin. Seinasta útgávan kom í 2016, tá tær sonevndu White Tigress – Lissi Mouritsen, Joan Neshamar, Malan Eyðunsdóttir, Birita Baldvinsdóttir Eidesgaard, Una Staksá Willumsen og Kristina Jarnfoss - sendu nøkur løg á marknaðin.
Á fløguni var eisini útgávan 'Allir mínir menn', sum Terji Rasmussen saman við Peturi Øster stóð fyri í 2011. Hesin sangurin er kanska tann av øllum, sum hevur fingið bestu undirtøkuna millum okkara fjepparar.
Commentaires