top of page

B36 og Dan Brimsvík hava longt samstarvið við tveimum árum




Í vetur í 2020 var Dan Brimsvík klárur at koma heim aftur til B36 aftaná loknan lestur. Hann skuldi vera høvuðsungdómsvenjari í felagnum árið eftir.


Men boð vóru eftir honum í úrtíð.

Vit skuldu seta nýggjan høvuðsvenjara til besta mansliðið. Ein steypakapping skuldi spælast á hávetri og B36 væntaði tann rætta persónin at taka týðandi uppgávuna.

Vit kendu dygdirnar hjá honum í felagnum, og vistu, at hann var tann rætti at taka yvir.


Vit taptu hálvfinaluna í móti Víkingi, og Dan skuldi heldur seint undir fyrireikingarnar til eitt nýtt kappingarár. Restin er søga.


Dan hevur nú staðið á odda fyri besta liðnum í barndómsfelagi sínum í 2021, 2022 og nú í 2023.


Sjálvt um vit eiga stóra úrslitið í landskappingini til góðar hava vit vunnið stórar løtur og dystir saman við Dan Brimsvík.

Størsta einstaka løtan, sum eisini uttan iva var ein sera týðandi løta fyri Dan og felagið, var Løgmanssteypið í 2021.

Men tað kunnu vit ikki nevna uttan at eisini minnast stóru løturnar og megnar avrikini í Conference leauge í fjør summar.


- Vit í B36 eru sera nøgd við arbeiðið hjá Dan Brimsvík og eru glað fyri, persónin, Dan Brimsvík.

Tí var hetta ein einføld avgerð at taka fyri B36.

Dan Brimsvík heldur fram at leggja afturat tí arbeiði hann leggur fyri dagin. Vit fegnast um at besta mansliðið framhaldandi er í góðum hondum, sigur forkvinnan, Marita Debess Magnussen.


Dan Brimsvík verður (B)36 ára gamal seinni í mánaðinum

B36 ynskir Dan til lukku við sáttmálanum og gleðist um at samtarvið heldur fram.

Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page