top of page

B36 hevur fingið nýggjan útlendskan stuðul


Andy Robson Tips, sum hvørja viku gevur 350.000 fylgjarum á Twitter góð ráð um fótbóltsdystir o.a. um allan heimin, eru nýggjur stuðul hjá B36. Fyri B36 er stuðulsavtalan ein góð avtala, sum fer at gera B36 munandi meira áhugavert úti í heimi.


Avtalan hevur við sær at Andy Robson Tips og systurfyritøkan Andy’s Bet Club fara at marknaðarføra B36 yvir fyri sínum tilsamans 522.000 fylgjarum á fleiri sosialum miðlum og fara eitt nú beinanvegin at luta út 10 B36 troyggjur millum sínar fylgjarar.


- Hetta er ein sera spennandi avtala fyri okkum í B36. Vit fáa fleiri útlendskar pengar inn í felagið og inn í føroyskan fótbólt. Tað er at fegnast um, sigur Magni V. Mouritsen formaður í B36, sum fegnast um at tað legst afturat útlendska stuðulinum, SEVE, sum hevur stuðlað B36 seinastu tvey árini.


B36 hevur, sum er, nógvar fylgjarar á sínum sosialu miðlapallum, men bæði Magni og Andy Robson Tips vænta, at samstarvið fer at økja munandi um fylgjaratalið hjá B36.


Andy’s Bet Club er ein tænasta, har fólk sum fylgja við ítrótti, kunnu fáa góð ráð og metingar um hvussu dystir fara at enda, men tað er ikki ein veddingarfyritøka. Limaskapur krevst fyri at fylgja Andy´s Bet Club.


- Eg eri sera fegin um samstarv okkara við B36 hetta kappingarárið. Sum fótbóltsfjeppari havi eg lagt til merkis, hvussu føroyskur fótbóltur hevur gjørt um seg seinnu árini, og at alt bendir á at góða gongdin fer at halda fram.




Eg eigi eina av teimum størstu og mest fylgdu online felagsskapunum fyri fótbóltsfjepparar í Evropa, og eg eri spentur uppá at deila samstarvsavtaluna við okkara fylgjarar á sosialu miðlunum. Eg ivist onga løtu í at nógv teirra við gleði fara at fylgja B36 í stríðnum um at vinna felagnum 12. føroyameistaraheitið, sigur stjórin í Andy Robson Tips.


Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page