top of page

B36 hevði 3,1 millión krónur í halli í 2021



Roknskapurin hjá B36 skal javnviga í 2022. Tað var boðskapurin frá starvsnevndini til aðalfundin, nú felagið í kvøld kom út við einum søguliga stórum halli. Tiltøk og sparingar eru sett í verk, men góða arbeiðið og ambitiónirnar í felagnum standa við


Tað er kostnaðarmikið at taka lut í føroyskum fótbólti. Tað noyddist fundarfólkið á aðalfundinum, í B36 húsinum hóskvøldið 17. februar, at sanna. Í fjør legði starvsnevndin fram eitt tað størsta avlopið í søguni, tá B36 hevði 2,2 milliónir krónur í avlopi. Og eitt ár seinni er hallið 3,1 millión krónur.


Á sama hátt, sum stóra avlopið stavaði frá luttøku í evropeiskum fótbólti, so er høvuðsorsøkin til hallið í 2021, at felagið ikki vann sær pláss í evropeiskum kappingum í 2021.



Tað kom tó ikki sum ein hvøkkur fyri fundarfólkið at 2021 gav hall, hóast nakað størri enn roknað var við. B36 er størsta fótbóltsfelag í landinum og starvsnevndin hevði boðað frá at góða arbeiðið og ambitiónirnar fyri bæði felagsskapin og bestu liðini skuldi varðveitast. Hóast tað hevði við sær eitt hall.


Fíggjarliga er B36 rættiliga væl fyri og hevur onga langfreistaða skuld. Starvsnevndin greiddi frá, at gongd er sett á tiltøk, sum skulu syrgja fyri at raksturin í 2022 javnvigar. Tað er neyðugt, hóast at B36 vann steypakappingina í 2021 og við tí fær evropeiskar luttøkupengar í ár.



Magni takkaði fyri seg og Jákup tók við

Magni Mouritsen, sum hevur verið formaður í B36 síðani 2020, legði á aðalfundinum frá sær. Nývald í starvsnevndina vóru Maj-Britt Hellisdal og Dánjal Petersen. Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin og Jákup Mørk er valdur til nýggjan formann í B36.


Í starvsnevndini hjá B36 eru:

Jákup Mørk, formaður

Súsanna Maria Hansen, næstforkvinna

Símun Grønadal, kassameistari

Høgni í Jákupsstovu, skrivari

Bogi Petursson Nielsen, nevndarlimur

Maj-Britt Hellisdal, nevndarlimur

Dánjal Petersen, nevndarlimur

Ronnie Thomassen, formaður í ungdómsnevndini

Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page