top of page

Atgongd til dystin hóskvøldið


Tað er avmarkað atgongd til B36-húsið sunnudagin. Bert tvær atgongdir eru til sjálvan vøllin

Vónandi verða tað nógv viðhaldsfólk kring vøllin, tá vit hóskvøldið spæla móti Borat Banja Luka, sum á heimavølli í Bosnia vóru hepnir at sleppa avstað við einum 2-0 sigri. Hetta skulu vit vinna aftur, um vit skulu víðari í Conference League, og lat ongan iva vera um, at tað er júst tað, sum vit ætla!

Til dystin er vøllurin skipaður heldur øðrvísi, enn hann vanliga er. Bert tvær inngongdir eru, har atgongumerki kunnu keypast. Onnur er við B36-húsið og hin er við trappurnar syðru megin Betri-skýlið. Talan er bert um sitipláss, og tí er avmarkað, hvussu nógv fólk sleppa í B36-skýlið. So hyggjuráðini eru, at tit skulu vera í góðari tíð til dystin.

Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page