top of page

Arnbjørn arbeiðir við nærløgdum og forvitnum spælarum

Seinastu vikuna hevur besta kvinnuliðið greitt sín setning og vunnið sannførandi á bæði FC Hoyvík og samanlagda suðuroyarliðnum. Um vikuskiftið vunnu kvinnurnar 8-0 á hoyvíkingum í Gundadali.


Høvuðsvenjarin Arnbjørn Danielsen er væl nøgdur við úrtøkuna higartil.


- Vit vístu góðan stríðsanda í fyrsta dystinum ímóti føroyameistarunum KÍ, og sum favorittar hava vit vunnið 8-0 og 5-0 seinasta vikuna. Vit fegnast eisini um, at vit hava hildið málið reint hesar báðar dystirnar. Avrikini til bæði dystir og venjing hava verið góð, leikararnir taka uppgávurnar í størsta álvara og arbeiða við fullari orku, sigur hann.



Kvinnuhópurin er fyri tað mesta ungur og óroyndur í ár. Ta heldur Arnbjørn vera spennandi arbeiðsuppgávu.


- Kvinnurnar eru nærlagdar og forvitnar. Vit hava higartil serliga arbeitt við at betra tann tekniska partin hjá spælarunum, og at venja við høgari leikferð. Eisini hava vit roynt ymsar leikhættir, har spælararnir royna ymisk pláss á vøllinum. Hetta er partvíst fyri at finna røttu uppstillingina, men eisini fyri at royna og menna leikarar á ymsum plássum.


Sunnudagin vitjar NSÍ í Gundadali. Í Runavík hava tey ein góðan og breiðan hóp, og fleiri rokna við, at NSÍ fer at kappast um føroyameistaraheitið í ár. Venjarin roknar eisini við einum truplum dysti.


- Vit hava samstundis eitt spennandi lið, og vit fara bjartskygdar í holt við dystin. Við røttum hugburði kunnu vit fáa eitt gott úrslit, og vit vóna, at genturnar fáa góðan stuðul frá áskoðarunum sunnudagin, sigur Arnbjørn Danielsen.


B36 - FC Hoyvík 8-0 (4-0)

1-0 Kristianna Haraldsen, 34.

2-0 Judith Rasmussen, 36.

3-0 Brá Zakarisardóttir, 38.

4-0 Emma Simonsen, 41.

5-0 Brá Zakarisardóttir, 71.

6-0 Eir Randrup, 73.

7-0 Sesilia Olsen (sjálvmál), 76.

8-0 Hildur Clementsen, 90.

Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page