Arbeiðsdagur leygardagin


Leygardagin er árligi arbeiðsdagurin, har hugagóðir B36'arar fara at hampa, vaska, rudda og yvirhøvur snøgga um felagshúsið


Arbeiðsdagurin byrjar við morgunmati, og so er øll orsøk til at rokna við, at bæði kvinnur og menn eru væl uppløgd til at rætta eina góða hond til felagshús okkara. Arbeiðslisti er gjørdur, og her skal bæði málast, gravast, ruddast og vaskast. Alt hetta, soleiðis at felagshús okkara kann taka seg sum best út, nú nýtt kappingarár stendur fyri framman. Møtið fjølment :)

 

FELAGSTÍÐINDI