top of page

Andrias Eriksen gevst

Eftir dystin í gjár boðaði liðskipari okkara Andrias Eriksen við sorgblídni spælarahópinum frá, at hann gevst at spæla fótbólt. Orsøkin er afturvendandi skaðar.


30 ára gamli miðverjin hevur verið ein brennandi brandur í B36 í nógv ár. Við fyrimyndarligum og tignarligum hugburði hevur hann øll árini verið ein berandi motorur í skiftingarrúminum og á vøllinum. Hansara partur hevur ongantíð ligið eftir, hvørki í viðgongd ella mótgongd.


Andrias Eriksen spældi í alt 256 skrásettir dystir fyri okkara besta manslið. Hann vann tvey føroyameistaraheiti, tvær steypakappingar, umframt nógvar upplivingar í Evropa. Fyrsta dystin spældi hann fyri tíggju árum síðan, 11. apríl 2014 ímóti HB. Hann hevur eisini spælt tveir landsdystir fyri Føroyar, og sum ungdómsspælari var hann við á fleiri ungdómslandsliðum.


Andrias Eriksen ber felagnum og áskoðarunum hesa heilsan, nú hann takkar fyri seg.


Hey tit.


Eftir fleiri longri prát við familju, Dan, læknatoymi og fyrrverandi leikarar í felagnum, so er tíðin komin, at eg takki fyri meg.


Seinastu árini hava skaðarnir verið drúgvir, og hóast eg havi gjørt alt fyri at koma fyri meg aftur, so hevur tað ikki eydnast í tann mun, sum eg hevði viljað.


Tað ger mær ilt, at eg ikki havi verið førur fyri at verið á vøllinum, nú tá ið harðast leikar á, og gongdin ikki hevur verið, sum vit øll høvdu vónað. Hetta er tó ein partur av spælinum, og vónandi flytur felagsskapurin seg enn tættari, so øll stuðla liðnum hvørjaferð, teir fara á vøllin.


Sum vit siga: ‘tí um tú gert títt, so ger liðið sítt’.


Í 10 ár havi eg verið partur av besta mansliði felagsins. Fleiri av hesum sum liðformaður. FM-heitir, steypasigrar, evropaævintýr og landsdystir í hesum tíðarskeiði hava alt verið stórar upplivingar fyri meg og familju mína.


Ein tann størsta løtan fyri meg var tó, tá ið mín fyrimynd sum smádrongur, Jákup á Borg, valdi at geva mær liðskiparabandið, tá Lukasz gavst. At kunna vera liðformaður í einum felag, har Lukasz, Odmar, Jákup, Klæmint, Pól, John, Jens Kristian og Tummas Eli hava borið liðskiparabandið er ein stórur heiður, og eg lati nú við gleði tann heiðurin víðari til Jann.


Fyri meg fer tó einki at vera størri enn heiðurin at umboða øll tykkum. At eg kann siga, at eg við stoltleika havi umboðað felagsskapin B36 og øll tykkum, sum gera felagið til nakað serligt í hvørjum einasta dysti, eri eg errin av.


Hetta hevur eisini verið mín størsta motivatión hesi 10 árini. At geva aftur til felagið og øll tykkum, sum stuðlaðu mær og góvu mær møguleikan - á fyrsta sinni í einari grannauppgerð, har eg var áttanda val til eitt pláss í miðverjuni - at umboða felagsskapin B36.

Takk fyri.


Vit síggjast í Gundadali til dystin ímóti B68 tann 15. juni.


Einaferð og altíð. Hvítir.



Comentários


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page