top of page

Andrass spælir ikki aftur fyribils

Tað stóð øllum greitt, at støðan var ring, tá Andrass Johansen var borin av vøllinum undir

heimadystinum ímóti ÍF tann 29. apríl.


Tað var eftir nærdyst í fyrra hálvleiki, at hon kom illa fyri og noyddist av vøllinum.


Tað var staðfest, at hann hevur eitt brot í høgra fóti. Hann er skurðviðgjørdur, og sum

støðan er, verður ikki roknað við, at hann spælir aftur komandi tríggjar mánaðirnar.


22 ára gamli Andrass Johansen hevur longu drúgvar royndir á besta mansliðnum.


Landskappingardysturin ímóti ÍF var hansara 131. dystur, og hann hevur higartil skotið 22

mál. Hann er eisini skrásettur fyri seks landsdystir.


Hinvegin komu bæði Michal Przybylski og Hannes Agnarsson á vøllin seinastu løtuna í

grannauppgerðini seinasta vikuskifti. Teir hava báðir verið skaðaplágaðir, serliga Michal,

sum í vetur fór undir skipaða endurvenjing.



Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page