top of page

Andrass fyri 130. ferð

Hóskvøldið spældi 22 ára gamli Andrass Johansen fyri 130. ferð á besta mansliðnum í alt. Steypadystin fer hann helst serliga at minnast fyri fína langskotið av brotsteigarmarkinum, sum staðfesti sigurin ímóti Skála.


- Tað var umráðandi at koma aftur á sigurskós og fáa lagt nakað av sjálvsáliti afturat øllum tí, sum vit hava arbeitt við seinastu tíðina, sigur hann.


Framrættaði miðvallarin skeyt sítt fyrsta mál í hesum kappingarárinum, tá hann kom at standa væl fyri.


- Í skotstøðuni umhugsaði eg tveir møguleikar, um eg skuldi royna at senda bóltin eftir nærmaru stong ella heldur fáa luft undir hann og skjóta eftir longra málhorni. Eg rakti bóltin væl, kósin var góð, men eg var ikki sannførdur um, at hann fór inn, fyrrenn eg sá, at málmaðurin ikki rakk eftir honum.



Andrass Johansen var fyri fyrstu ferð á besta liðnum í 2018. Hann telist nú millum teir drúgvastu í hópinum. Í vetur fekk hann fleiri nýggjar liðfelagar úr útlondum, og hetta hevur av tí sama verið eitt spennandi tíðarskeið.


- Tað hevur verið lætt at fáa teir inn á liðið. Teir passa væl inn í spælskipanina, og teir leggja nógvan kvalitet afturat venjingunum. Hetta eru spælarar, ið sum einstaklingar eru betri fyri enn fleiri spælarar í Føroyum. Nú skulu vit arbeiða við at fáa spælið hjá okkum at glíða betri, og eg eri ivist ikki í, at teir fara at lyfta okkum upp á eitt hægri støði, sigur Andrass.


Mánakvøldið verður landskappingardystur í Gundadali ímóti ÍF. Menninir skulu royna at vinna seg aftur í meistarastríðið, og Andrass heldur, at hugburðurin ímóti ÍF skal vera góður.


- Eg rokni við, at hendan uppgávan fer at líkjast dystinum hóskvøldið. Vit fara helst at vera nógv á bóltinum, men vit skulu vera neyvari og spæla møguleikarnar størri enn seinast. Lukkast tað, so fáa vit eitt gott úrslit og trý stig afturat við á ferðina, sigur Andrass Johansen.


B36 - Skála 3-1 (1-0)

1-0 Zean Dalügge (brtsp.), 41.

2-0 Zean Dalügge (brtsp.), 48.

2-1 Dávid Johansen, 79.

3-1 Andrass Johansen, 86.

B36: Silas Eyðsteinsson - Jann Benjaminsen, Símun Sólheim, Vilmer Ronnberg, Magnus Egilsson (Andrias Eriksen, 63.) - Andrass Johansen, Mattias Hellisdal (Jelle van der Heyden, 63.), Anton Søjberg - Marius Kryger Lindh (Rani í Soylu, 90.), Zean Dalügge (Gutti Dahl-Olsen, 63.), Bjarki Nielsen (Carl Mikkelsen, 90.)



Kommentarer


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page