Aftur til Runavíkar


Annan dystin á rað spæla vit við Løkin. Hesa ferð er talan um dyst í kappingini um Løgmanssteypið


Seinastu ferð vit vitjaðu í Runavík, gekk bara heilt væl. Við málum frá Brian og Bjarka komu vit aftur á sigurskós í landskappingini, og hesa ferð verður setningurin at halda fast í stimanum. Samstundis vil ein sigur senda okkum í fjórðingsfinaluna í steypakappingini, og so kann tað longu blíva heilt spennandi. Dysturin í kvøld verður blástur ígongd klokkan 19.

 

FELAGSTÍÐINDI