Seinastu vikuna hava tvær av okkara egnu spælarum fingið sínar fyrstu minuttir á besta liðnum.
Seinasta umfar fekk 18 ára gamla Naomi Nolsøe sínar fyrstu minuttir í hvítu blusuni fyri besta kvinnuliðið. Tað var, tá kvinnurnar vunnu 5-0 í Hoyvík.
Týskvøldið átti 15 ára gamla Maria Poulsen Hellisdal tørn. Hon var skift inn í dystinum ímóti NSÍ.
Kvinnurnar taptu 6-1 fyri NSÍ, sum ikki var eitt gott úrslit á stigatalvuni, men á dómaraseðlunum hava vit ung nøvn, sum verða spæld inn á besta liðið, og tað er eitt gott úrslit fyri B36.
Siðvenja er, at venjararnir í felagnum fáa kaku og kaffi, tá okkara ungu spælarar fáa fyrstu minuttirnar á besta liðnum. Kaka er tískil á veg í B36-húsið fyri Naomi og Mariu.
Comments