top of page

Takk Fyri Súni!







Høvuðsvenjarin hjá Betri kvinnum heldur ikki fram.

Í 2018 settu vit okkum eitt langtíðarmál, sum fyrst og fremst snúði seg um at menna ungu og evnaríku leikararnar í felagnum. Tað arbeiðið varð latið upp í hendurnar á Súna Olsen saman við Jan Poulsen.

Vit hava verið so væl nøgd við arbeiðið, og tí var tað við stórari gleði, at partarnir longdu samstarvið fyri 2019 og 2020.

Úrslitið sæst aftur í úrtøkuni hjá u-18, øllum landsliðsúttøkunum, sum hava verið undir teirra leiðslu, og stigatalvuni hjá Betri kvinnum, sum hevur peikað beint uppeftir fyri hvørt kappingarár. Tí verða tað stórir skógvar at fylla hjá komandi høvuðsvenjaranum.

Súni Olsen hevur valt at takka fyri seg á hesum sinni. At venja í Havn og búgva í Norðagøtu krevur nógva tíð og nógvar tímar í bili.

Súni hevur gjøgnum B36 tikið A-prógv síðstu tvey árini, og prógvið kom í hús fyri fáum døgum síðani. Tað eru vit sera errin av sum felag.

B36 takkar fyri eitt fyrimyndarligt samstarv og gleðir seg at síggja Súna Olsen aftur í felagnum.







Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page