Mett eftir møguleikum skuldi talan verið um stórsigur. Men vit gjørdu tað óneyðuga strævið fyri okkum sjálvi, tá vit í dag togaðu tepran sigur heim av Eiði
Nú dystarskráin er tøtt og strævin, hevði Dan valt at gera fleiri broytingar á liðnum í mun til teir ellivu, sum byrjaðu inni móti KÍ leygardagin.
Hetta tóktist tó ikki nerva tað minsta, og tað gekk ikki meira enn ein minuttur, áðrenn Michal hevði lagt okkum á odda eftir gott uppspæl frá Hannes og Jann.
Hetta fekk okkum ikki at slappa av, men heldur drivu okkara menn á í royndini at økja um leiðsluna og harvið punktera spenningin.
Talan var um laaangt álop frá okkara síðu, og møguleikar í hópatali spurdust eisini burturúr, men annaðhvørt vóru royndirnar óneyvar, ella hevði ungi málverjin hjá EB/Streymi framúr bjargingar.
Í fótbólti ræður um at gagnnýta tær góðu løturnar. Men tað megnaðu vit ikki, og so hendi tað, sum ikki mátti henda.
Vertirnir høvdu annars ikki verið í nær námind okkara máli, men eftir góðum hálvum tíma varð long sending send móti okkara brotsteigi. Vandi tóktist ikki vera á ferð, men tá Mattias lat bóltin fara, rann mótspælarin seg inn í beinini á passiva málverjanum, og eftir umhugsunartíð valdi dómarin at døma brotsspark. Óskiljandi fyri okkum, men har vendist ikki, og hesa ferð Mattias ikki vart fyri royndini úr ellivu metrum, so sum hann annars plagar at gera.
Hetta nervaði okkum eitt sindur, men framhaldandi hildu vit á við at skapa møguleikar.
Tað gjørdu vit eisini eftir steðgin, men frustratiónirnar um vantandi úrtøkuna tóktust seta síni spor. Eftir einum tíma hevði Dan sæð nóg mikið, og ein trídupult útskifting tóktist fáa meira ferð á. Tað bragdaði eisini loksins, tá stórt korter var eftir. Taufee, sum stríddist ótroyttiliga í høgru, sendi inn til Benjamin. Aftur hevði málverjin eina góða fótparadu, men hesa ferð kom hon beint til Bjarka, sum við sínum fjórða máli í ár sendi okkum á sigurskós.
So vóru vit aftur meira kontrollerandi, og vit tóktust hava tamarhald á tí mesta, áðrenn vit móti dystarenda aftur skaptu óneyðugan spenning. Hesa ferð lat Taufee seg provokera, og hóast talan var um lítil skump, sum fingu mótspælarar at vena seg í besta Oscar-stíli, so var tað fullkomuliga óneyðugt og býtt. Úrslitið varð, at dómarin valdi at geva tvær ferðir gult og harvið reytt til annars væl spælandi bretan, og so vóru vit bara tíggju á vøllinum seinastu løtuna. Tað megnaðu vit tíbetur eisini, og so klintraðu vit upp á annaðplássið á stigatalvuni. Tað ber við sær at talan veruliga verður um oddadyst, tá vit sunnudagin aftur taka ímóti KÍ. Ivaleyst koma teir bláu til Havnar við ætlanum um trý stig til fulla stigaposan, men leygardagin fingu teir longu at vita, at tað er ikki nakað, sum teir eru einsamallir um at bestemma!
EB/Streymur-B36 1-2 (1-1)
0-1: Michal Przybylski, 2.
1-1: Bogi Reinert Petersen, 35.
1-2: Bjarki Nielsen, 73.
B36: Mattias Lamhauge – Símun Sóleim, Isan Jonsson, Sonni Ragnar Nattestad, Jann Benjaminsen – Erlendur Magnusson (Andrass Johansen, 61.), Aron Knudsen (Bjarki Nielsen, 61.), Michal Przybylski – Taufee Skandari, Valerijs Sabala (Benjamin Heinesen, 61. (Magnus Egilsson, 90.)), Hannes Agnarsson (Emil Joensen, 69.)
Gult kort: Taufee Skandari
Reytt kort: Taufee Skandari
Commentaires