Ókeypis bussur til Eiðis

Leygarkvøldið spæla menninir hjá okkum á Eiði. Vit vilja fegin hoyra ljódligan stuðul kring vøllin, og tí verður skipað fyri ókeypis busskoyring



Tað ræður um hjá okkum at fáa stig, hvørja ferð vit eru á vøllinum, so vit kunnu halda í minsta lagi somu ferð sum hini liðini, í stríðast fyri at røkka europiskum fótbólti til komandi kappingarár.

Ein partur av hesum er sjálvandi tann stuðul, sum ein góð áskoðarafjøld kann geva, og har er tað heilt víst soleiðis, at jú fleiri vit eru – jú betri er tað.

Fyri at skumpa undir hetta, hava vit í felagnum gjørt av, at bussurin norður í Hólman verður ókeypis nú leygardagin.

Koyrt verður av parkeringsøkinum við Svimjihøllina klokkan 17.30 leygardagin.

 

FELAGSTÍÐINDI