Ókeypis B36-bussur til Klaksvíkar

Leygardagin bjóða Floksmenn ókeypis bussferð til Klaksvíkar. Øll eru vælkomin við!


Floksmenn:

Leygarkvøldið 12. mars kl. 19.00 spælir B36 oddadyst við Djúpumýrar ímóti nummar tvey, KÍ.

Floksmenn bjóða ókeypis bussferð til dystin og heimaftur.


Farið verður úr Havn frá bussteðgiplássinum við Svimjihøllina kl. 17.00 leygardagin.


Tíðina í Klaksvík inntil dysturin byrjar hava KÍ-fjepparar bjóðað okkum at halda saman við teimum á loftinum í Pike (fyrr Maverick). Øll eru vælkomin við – yngri sum eldri!


B36- og KÍ-fjepparar á ferð. Gestablíðir sum altíð, bjóða teir bláu til felagsupphiting í Pike áðrenn dystin leygarkvøldið. Mynd: nordlysid.fo


Vit løgdu væl frá landi í fyrsta dystinum ímóti B68, og nú skal lakmus-royndin standast, og vit skulu vísa, at knotur eru í hesum liðnum. Vit, fjeppararnir, eiga sjálvandi at gera okkara til, at spælararnir vita, at teir ikki eru einsamallir og stuðla teimum, so tað rungar eftirí.


Bussimaðurin, Kári Enghamar, bjóðar vælkomin umborð. Mynd: Floksmenn


Møtið fjølment – og koyr á hvítir!


...Hvar er tað stuttligt?

 

FELAGSTÍÐINDI