Móti meistarunum vóru vit fyri tað nógva tað nógv betra liðið, men avgerandi málið kom tó ikki.

HB - B36 0-0 Tað varð frá fleiri síðum sæð sum stóra styrkisroyndin, tá vit á Tórsvølli vóru gestir hjá grannunum úr HB. Ósunnara havnarliðið vann í fjør greipuna, og frá flestu serfrøðingum vórðu teir róptir stórfavorittar undan dystinum í dag.
Akkurát hatta við favoritt-leiklutinum løgdu okkara tó lítið í, tá dysturin byrjaði. Frá fyrsta sekundi tóktist tað, sum høvdu vit betru tendringina, og longu innan fyrsut minuttirnar høvdu vit onkrar góðar støður, sum vit tó ikki finug gagnnýtt.
Vertirnir tóktust vera um ein háls, og tað var sjáldan, at Mathias hevði stórvegis at gera í okkara máli. Seinna partin av hálvleikinum kom HB tó meira við, og ta einu ferðina var veruligur vandi á ferð, men lukkutíð fekk Lukas ruddað burtur, tá bólturin annars var á veg til ein púra blankan Mikkel Dahl.
Eftir steðgin settu vit okkum tó á tingini. Fult og heilt. Tað var ikki meira, enn at bólturin var á okkara hálvu í einar 20 minuttir ella so, og fleiri ferðir høvdu vit heilt góðar støður.
Men Bjarki skeyt á stólpan, tá hann hevði mest sum opið mál eftir at Lukas longdi innkast, og Thrane tók helst sína einastu skeivu avgerð í dystinum, tá hann valdi at draga við bóltinum, heldur enn at skjóta.
Pingel var akkurát ov stuttur ta einu ferðina, tá skotroynd var avrættað, og tá vit øll sóu bóltin inni, sendi Bjarki á stólpan heldur enn í netið.
Seinna partin av hálvleikinum høvdu vit fravmegis vyrilutan, men hendinga ferð kom bólturin tó eisini á okkara hálvu. HB hevði møguleikan at leggja seg á odda, tá Dan sendi á stólpan, og eina ferð høvdu teir eisini góða frísparksstøðu, men tað vildi verið stuldur á alljósum degi, um stigini fóru norðurum.
Sigurin fingu vit ikki, men tað er eingin ivi um, at avrikið í dag var av slíkum slag, at bæði vit – og onnur við – nú vita, at B36 aftur í ár er eitt lið, sum roknast skal við!
HB - B36 0-0
B36: Mathias H. Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas S. Enevoldsen, Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard – Magnus H. Jacobsen (Hugin Samulsen, 85.) Mathias Thrane - Martin Agnarsson (Tobias Christensen, 85.), Ragnar Samuelsen, Bjarki Nielsen (Hannes Agnarsson, 70.) – Sebastian Pingel
Gult kort: Magnus H. Jacobsen, Ragnar Samuelsen, Mathias Thrane
