Ársveitslan verður 5. november



So er klárt at tekna seg til ársveitsluna hjá B36. Fyrstu atgongumerkini verða seld sunnudagin, tá vit spæla móti HB


Seinastu tvey árini hevur corona-farsóttin forðað fyri ársveitsluni, og eingin ivi er um, at hendan hevur verið saknað millum mongu viðhaldsfólk okkara.

Nú verður tó aftur høvi at fylkjast um B36. Ársveitslan 2022 er ásett til leygarkvøldið 5. november.

Á skránni verður góður matur, gott lag og góður dansur. Chill hevur í nógv ár spælt til ársveitslur okkara, og hóast tvey ára fráveru, so vóru teir fýra alt fyri eitt til reiðar at taka táttin uppaftur.

Atgongumerki til veitsluna kosta 600 kr. Sunnudagin, tá bæði kvinnur og menn hjá okkum spæla móti HB, verða atgongumerki seld í B36-húsinum.

 

FELAGSTÍÐINDI