top of page

Álopsspælarin er lendir

B36 hevur skrivað undir leigusáttmála við danska álopsspælaran Zean Peetz Dalügge.


Avtalan er galdandi fyri 2024.


Dalügge er 20 ár og flytur til B36 úr Vendsyssel. Hann hevur góðan bóltførleika, og er bæði kropssterkur og kvikur álopsspælari við stórum menningarmøguleikum.


Fyri trimum árum síðan spældi hann bara 17 ára gamal á besta liðnum hjá Esbjerg, sum tá var í næstbestu donsku deildini. Hann flutti síðan til Lyngby í Superliguni. Har var trupult at vinna sær pláss á liðnum, og hann hevði leigusáttmála í bæði íslendska Leiknir og HB Køge, áðrenn hann skrivaði undir sáttmála við Vendsyssel á sumri í fjør. Í heyst spældi hann níggju dystir fyri Vendsyssel.




Komentáře


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page