Nógv "sv" til 1212
Fríggjadagur, 17. februar 2012 21:31

Aftur í kvøld vóru nóg mikið av hyggjarum, sum atkvøddu Svein Gaard Olsen víðari í X-factor

 

 

Á aðalfundinum í gjárkvøldið hevði forkvinnan í ungdómsnevndini eisini orðið. Tá Heidi Elgeirsdóttir tók samanum virksemið hjá ungdómsdeildini, endaði hon við boðunum um, at hon fór til Danmarkar fríggjamorgunin, og samstundis sendi hon eina áheitan til aðalfundin um at atkvøða sv til 1212, tá X-factor var á skránni.

Og í kvøld sóu vit so Heidi á skíggjanum, eftir at beiggin, Sveinur, hevði havt sína framførslu. Hesa ferð var tað sum veruligur rockari, og hann framførdi Surprise Me hjá Tim Christensen somikið sannførandi, at hann aftur hesa ferð varð atkvøddur trygt ígjøgnum. Verri gekst hjá starvsfeløgunum í bólkinum yvir 25, tí bæði Mulilla og Katrine endaðu báðar í vandabólkinum, og tað endaði við, at Katrine mátti siga farvæl við X-factor.

 

Seinasti og komandi

Seinasti dystur

Effo-deildin

í Gundadali 4. mai

B36 - Víkingur 3 - 0


Komandi dystur

Effo-deildin

við Løkin 20. mai kl. 15.00

NSÍ - B36

Støðan í Vodafonedeildini

Minst til limagjaldið

Tín meining

Hvør vinnur NSÍ-B36?
 

Innritan



B36-styvlar