| Cieslewicz næstbestur í Onglandi |
| Týsdagur, 24. januar 2012 18:42 |
|
Adrian Cieslewicz hevur veruliga gjørt um seg í ensku steypakappingini
FA-Cup verður vanliga nevnd tann fremsta steypakappingin í heiminum, og í so máta var Adrian Cieslewicz, sum er lítlibeiggi okkara Lukasz, heilt nær eini veldugari uppliving í vikuni. Hvørt umfar verður nevnliga atkvøtt um, hvør er besti spælarin tað umfarið, og Adrian taldist millum teir fimm nomineraðu eftir fjórða umfar. Hetta eftir at hann við einum frálíkum einmansavriki tryggjaði Wrexham javnleik á útivølli móti Brighton, ið dagliga spælir í næst bestu ensku deildini. Adrian fekk á leið ein fjórðing av atkvøðunum, men tað var ikki nóg mikið til at koppa Hatem Ben Arfa úr Newcastla. Umframt heiðurin sum besti spælarin í fjórða umfari, fær Ben Arfa nú eisini eina persónliga innbjóðing til FA-Cup finaluna. Adrian gjørdi annars eisini um seg í heimadystinum móti Brighton. Her varð hann nevnliga kosin sum dagsins maður av heimaáskoðarunum, men tað endaði tó við, at Wrexham tapti dystin eftir brotssparkskapping. |












