B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Eitt rimmar B36-kvøld
Fríggjadagur, 15. juni 2012 19:41

Leygarkvøldið verður stuðlaveitslan hjá B36, og bæði matur og skrá eru av tí forkunnuga slagnum

 

 

Fyri flestu fjeppararnar verður dagurin settur klokkan 15, tá Effo-liðini hjá B36 og KÍ spæla dyst í 13. umfarinum av Effo-deildini.

Vónandi spæla teir 90 minuttirnir somikið væl av, sum vit vóna, og so er av álvara lagt upp til veitsluhýr seinni um kvøldið.

Byrjað verður klokkan 19, og klokkan 20.15 hevur Mikkjal Thomassen fyrilestur um modernaðan fótbólt. Her undir B36 í 2011 og 2012, rákið í altjóða fótbólti, eins og fleiri áhugaverd hagtøl verða løgd fram. Og sjálvandi verður eisini høvi at seta høvuðsvenjara okkara nakrar spurningar.

Klokkan 22 verður ølsmakking á skránni, har vit fara at royna nakrar av nýggju og sterku ølunum hjá Føroya Bjór.

Buffét stendur frammi, og her verður góður føroyskur matur av alskyns slag at fáa. Eitt nú skerpikjøt, skinsakjøt, turrur fiskur, fiskasúpan, turt tvøst, spik, heimabakað breyð og annað gott.

Tónleikur verður sjálvandi eisini á skránni, og verður tað okkara egni Terji Rasmussen, sum fer at standa fyri hesum. Og uttan iva verður talan um kend løg, sum fleiri okkara kunnu syngja við til.

Kostnaðurin fyri atgongumerkini er 300 krónur, og kunnu hesi keypast frá klokkan 14.30 leygardagin.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin

  
  Síggjast aftur í 2019

  -----------------

2. deild menn

 Endaði nr 2. og flytir upp í 1. deild :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast aftur í 2019

 

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan