Ungdómsdeildin
Gamlar greinar
RSS tíðindi
| Heidi nýggj í nevndini |
| Týsdagur, 21. februar 2012 10:28 |
|
Eftir aðalfundin í farnu hevði nýggja nevndin fund í gjár. Heidi Elgeirsdóttir er nývald
Aðalfundurin varð hildin hósdagin í farnu viku, og umframt vanligu skránna, var eisini ein viðtøkubroyting á skránni. Hendan inniber, at aðalfundurin nú velur fýra av teimum fimm starvsnevndarlimunum, meðan fimti limurin verður valdur eftir innstilling frá ungdómsnevndini. Hetta fyri at tryggja eitt tættari og betri samskifti millum starvs- og ungdómsnevndina. - Vit hava alla tíðina sagt, at eitt av aðalmálum okkara er, at B36 skal verða enn betri til at menna okkara egnu spælarar. Hetta krevur eitt tætt samstarv gjøgnum alt felagið, og tí halda vit tað vera skilagott, at ungdómsnevndin eisini fær formliga ávirkan á nevndararbeiðið, sigur Sámal Ímundarson, sum framvegis er formaður í B36. Nýggja nevndin hevur nú skipað seg. Umframt Sámal Ímundarson eru nevndarlimirnir Hákun Steingrímsson, næstformaður, Hans Debes, kassameistari, Jákup Mørk, skrivari og Heidi Elgeirsdóttir. Tiltakslimir eru Magnus Hansen og Símun Midjord. |












