So skulu vit í arbeiðshandskarnar
Fríggjadagur, 13. januar 2012 21:44

 Í morgin - leygardagin - verður arbeiðsdagur í B36-húsinum, sum fær fleiri ábøtur

 

 

Tað hevur sítt slit við sær, tá B36-húsið alla summarhálvuna - og meira afturat - er karmur um gerandisdagin hjá hundraðtals ungdómum og vaksnum. Viðlíkahald av húsinum er avgjørt nakað, sum eigur at hava høga raðfesting hjá øllum limum felagsins, og í morgin verður so arbeiðsdagur, har fleiri ábøtur verða gjørdar.

Eitt hampuliga stórt lið av handverkarum hevur longu teknað seg til dagin, sum byrjar klokkan 8.30, og síðani verður koyrt við fullari ferð til á leið 13.30, tá ein góð súpan verður at fáa hjá arbeiðsfólkunum.

Hóast fleiri longu hava játtað seg til, so er sjálvandi altíð rúm fyri enn fleiri. So hevur tú og stundir, so er bara at møta í B36-húsinum í morgin.

 

Seinasti og komandi

Seinasti dystur

Venjingardystur

Í Gundadali. 4. februar
 

B36 - KÍ  0 - 0 2 0 - 2022


Komandi dystur

Venjingardystur

Gundadalur, 18. februar kl. 13.00
  

B36 - Suðoroy

Støðan í Vodafonedeildini

Tín meining

Hvussu langt kemur B36 í kappingini um Løgmanssteypið?
 

Innritan



B36-styvlar