B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Nærum 1.000 norskir fjepparar
Leygardagur, 09. mai 2020 22:40

Covid-19 støðan er ikki bara ring. Ein positiv avleiðing er, at vit í B36 hava fingið ein ídnan bólk av norskum viðhaldsfólkum

 

Í Noregi fyllir fótbóltur nógv. Sera nógv. Norskir fótbóltsfjepparar hava orð fyri at stuðla sínum liði treytaleyst, og umframt norskan fótbólt hevur fótbóltur í Onglandi fylt sera nógv hjá grannum okkara fyri eystan.

Men tá kappingarnar í bæði Onglandi og Noreg liggja stillar, samstundis sum TV2 og Rógvi Baldvinsson hava stillað kikaran móti føroyskum fótbólti, hevur tað fingið norsk eygu at venda sær móti Føroyum – og ikki minst móti B36.

Tað eru seks dagar lidnir, síðani nakrir hálvgum-svakir normenn settu sær fyri halda við B36, og í dag eru longu nærum 1.000 hvítir tikarar í grannalandinum.

- Sjálvur havi gingið mest sum svakur í tríggjar mánaðir, sigur Henning Danielsen, sum er ein av teimum trimum, sum tóku stig til at stovna norska fjepparafelagið.

- Tá hendan corona-støðan íkom, hevði eg júst verið í Leipzig og hugt eftir Tottenham, sum eg treytaleyst stuðli. Eg mátti so í sóttarhald, tá eg kom heim, og samstundis lukkaði alt Europa niður.

- Í dag er støðan tann, at fótbóltur verður spældur í Suðurkorea, Hvítarusslandi og Føroyum. Vit hava sjálvandi hugt nógv eftir gomlum dystum, men tað er avmarkað, hvussu stuttligt tað blívur við at vera at síggja Ole Gunnar skora til 2-1 í 1999. Tá so TV2 segði, at tey høvdu gjørt avtalu um føroyskan fótbólt, vóru vit tríggir vinmenn, sum gjørdu av, at vit máttu finna okkum eitt felag í Føroyum.

- Sjálvur havi eg starvast sum ítróttajournalistur í nógv ár, og skjótt kom eg eftir at vit máttu taka B36. Felagið, sum Julian Johnsson spældi fyri, áðrenn hann kom til Kongsvinger í 1998. Hann var ein fantastiskur fightari á vøllinum og ein fantastiskur persónur, so eg ivaðist onga løtu.

- Pål Sønsteli, sum eisini er millum stovnararnar, tók stig til ein Facebook-bólk, og hann helt fyri, at um vit dugdu væl, so komu vit upp á 200 limir áðrenn dystin móti KÍ. Nú eru vit næstan 1.000, so hetta er heilt fantastiskt, sigur Henning.

Leygardagurin var so stóri dagurin, tá norsku fjeppararnir fyri fyrstu ferð sluppu at síggja B36 live, og Henning heldur avgjørdur, at hetta var gott.

- Tú kanst altíð tosa um støðið á fótbólti, men tað, sum vit sóu í dag, vóru nakrir spælarar, sum veruliga vilja tað. Og tað er tað, sum fótbóltur snýr seg um. Tað verður spælt við hjartanum, og eg var púrasta uppi at koyra, tá Meinhard skoraði til 2-0.

- Nú havi eg fylgt Tottenham í nógv ár. Eg havi enntá siti á skrivstovuni hjá Martin Joel, tá hann var høvuðsvenjari har. Tað var stórt, og tá vit normenn eru heldur anglofilir, tá tosað verður um fótbólt, so skuldi tú trúð, at hetta var tað størsta nakrantíð.

- Men tað snýr seg um meira. Í dag eru stóru europisku feløgini milliarda-forrætningar, og tú ert jú bara ein evarska lítil brikkur í tí heila. Her hevur føroyskur fótbóltur veruliga nakað at bjóða. Síðani vit fyri bara seks døgum síðani sotvnaðu hendan felagsskapin, havi eg longu tosað við Magna V. Mouritsen, sum er formaður í B36. Hann hevur enntá sagt, at hann skal koyra okkum í bussi, tá (ikki um) vit koma til Føroya. Eg tosaði við Pål fyrr í kvøld. Hann fortaldi mær, at hann hevði sent eina heilsan til Jákup á Borg, og at Jákup longu hevur svarað honum aftur. Tá AB og Víkingur spældu í kvøld, sóu vit Atla Gregersen sita í sínum bili og gera eitt Facetime-interview við TV2. Hetta er fótbóltur so nær hjartanum, sum tað á nakran hátt kann blíva, og tað er akkurát tað, sum tað snýr seg um. Eg haldi avgjørt, at støðið á fótbóltsspælinum og intensiteturin var heilt ok, men hetta at koma heilt nær sjálvum spælinum, er fantastiskt. Og fyri meg er eingin ivi um, at B36 verður verandi mítt felag, sigur Henning, sum at enda kemur við eini heilsan – ella kanska ávaring – til Floksmenn.

- Vit koma til Føroya – eingin ivi. So skjótt sum alheims-støðan aftur loyvir tí, so gera vit eina ferð til Føroya. Vit skulu nokk bera okkum sømiliga at – men verið ikki í iva um, at vit koma at hoyrast, ljóðar heilsanin úr Noreg.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

Gundadalur - 5. umfar

 

Mánadagin 1. juni - kl. 15:00

  -----------------

1. deild menn

Leygardagin 30. mai - kl.

B36 - B71

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Mánadagin 01. juni - kl.

EBS/SKÁLA - B36

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvær var dagsins maður, TB-B36 1-3?
 

Leinkir

 

Stuðla og vinn

Keyp atgongumerki / lutaseðil 2020 her :

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan