Atgongumerkjasøla á netinum
 
Hóast tað ikki ber til at fara til dyst, so hava vit valt at skipa fyri ”atgongumerkjasølu”, sum samstundis er søla av lutaseðlum. Tað er okkara vón, at fleiri nýta hetta høvið til at stuðla B36 og felagsarbeiði okkara.

 

Nú ber til at keypa sær atgongumerki til dystir hjá B36.
Tú sleppur tó ikki til dyst, men tú stuðlar felagsarbeiðnum, og tú ert eisini við í lutakastinum um ein rimmar vinning.

9. mai byrjar ársins útgáva av Betri-deildini loksins. Fyrstu tíðina verður hetta gjørt uttan áskoðarar kring vøllin, og hóast vit eru hørm um hetta, so er eingin ivi um, at eisini vit í B36 vilja liva upp til okkara ábyrgd í royndini at hava tamarhald á corona-farsóttini.
Hóast tað ikki ber til at fara til dyst, so hava vit valt at skipa fyri atgongumerkjasølu, sum samstundis er søla av lutaseðlum. Talan er sostatt ikki um sølu, sum er tengd at ávísum heimadysti. Vónandi vilja fleiri nýta hetta høvið til at stuðla B36 og felagsarbeiði okkara. Sølan fer fram her á heimasíðuni hjá hallo.fo, : https://www.hallo.fo/voerubolkar?GroupID=GROUP80&ProductID=PROD610 - og við at keypa atgongumerki hevur tú samstundis ogna tær ein lutaseðil.
Til ber at keypa bæði eitt og fleiri «atgongumerki» til hvønn dyst hjá B36. Hvørjar 80 krónur, telja sum ein lutaseðil.

Eisini ber til at keypa atgongumerki við at flyta pening á konto 9181-2286213. Viðmerki navn og tlf á flytingina.
Kostnaðurin fyri hvørt atgongumerki er 80 krónur – just sum í Gundadali.
Talan verður um ein sera hepnan vinnara. Høvuðsvinningurin er nevnliga ein útferð fyri 12 fólk við RIB62, sum í ár telist millum stuðlarnar hjá Betri-liði okkara. Hetta er útferð, har luttakararnir sleppa at royna eitt sindur av hvørjum, eins og heitur pottur, sauna og matur eisini er partur av skránni - Virðið á túrinum er kr. 22.140,-
Tað er okkara vón, at undirtøkan fyri átakinum verður góð millum mongu viðhaldsfólk okkara. Tað eru sjálvandi aðrir lutir enn fótbólturin, sum hava størstan týdning í hesum døgum, men vit hava øll brúk fyri fótbóltinum, tá vit eina ferð koma ígjøgnum hesa kreppu. Tann savningarmegin, felagskenslan og tær upplivingar, sum eru í fótbóltinum, vilja vit ikki vera fyriuttan, og vónandi gongur ikki alt ov long tíð, áðrenn vit aftur sleppa at fylla Gundadal.

 

Takk fyri stuðulin