B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Rokfiskiskapur
Mikudagur, 01. mai 2019 20:07

Tað hepnaðist framúr væl, tá Dana-cup bólkurin hjá B36 um vikuskiftiðhevði fiskikapping í Vágsbotni

 

Fiskikappingin er afturvendandi tiltak, har endamálið er at savna inn pening til Dana-Cup luttøkuna, sum hevur verið støðugur táttur hjá B36 í skjótt nógv ár.

Tað eru foreldrini at U12-aldursbólkinum, sum standa fyri tiltøkunum, sum geva pening til ferðina, og umframt fiskikappingina fevnir arbeiðsøkið eisini um vasking av B36-húsinum og kaffisølu, tá dystir eru í Gundadali.

Fiskikappingin er skipað soleiðis, at luttakandi bátarnir gjalda 100 kr fyri hvønn persón, sum er umborð, og síðani leggja bátarnir avstað klokka 8 um morgunin. Klokkan 16 er liðugt, og tá verður fongurin lagdur upp. Vinnarin er tann, sum hevur størstu nøgdina av fiski roknað upp á persónin, og eisini verður vinningur latin til tann, sum eigur størsta fiskin.

Hesa ferð eydnaðist tað Jóhan Simonsen at vinna báðar høvuðsvinningarnar. Einsamallur maður fiskaði hann 210 kilo av toski og hýsu hendan dagin, og størsti einstaki fiskurin var ein toskur á ikki minni enn 7,8 kilo.

Nummar tvey gjørdust hesa ferð Jógvan T. Andreasen og Bárður Simonsen. Teir báðir hava annars vunnið gulta toskin trý ár á rað, men tað gekk altso ikki á fjórða sinni.

Samanlagt gjørdist talan um rimmar tiltak hjá U12-bólkinum. Streymurin var góður, og sum dagurin leið, gjørdist veðrið eisini av tí allarbesta.

Teir 15 bátarnir, sum tóku lut í kappingini, løgdu ikki minni enn hálvtfjórðatúsund pund upp. Partur av hesum varð selt á uppboðssølu, og sum altíð var Mortan Johannesen garanturin, sum keypti alt tað, sum leyp av, tá uppboðssølan var av.

Hartil var sølubúð, har vaflur, kaffi, tombola- og lutaseðlar vórðu seldir, og eisini hetta gav heilt fitt, nú talið av vitjandi í Vágsbotni var somikið stórt.

Frá Dana-cup bólkinum skal ljóða ein rimmar tøkk til øll tey, sum gjørdu tiltakið gjørligt. Ikki minst til Mortan Johannesen, sum við sínum keypi er trygdin fyri, at tiltakið letur seg gera. Hartil hava stuðlarnir verið bæði drúgvir og trúgvir, tá vinningar skulu finnast. Har mugu vit nevna Fønix, Bátatænastuna, Jógvan Weihe og Magn, sum øll hava verið við á hvørjum ári.

 

Myndasavn(Heidi Poulsen)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin menn

   
  Gundadaur

B36 - AB

Sunnudagin 26/05 - kl. 15.00

  -----------------

1. deild menn

B36 - Víkingur

Leygardagin 18/05 - kl.

  -----------------

U21

  -----------------

Betri deildin kvinnur

ÍF/Vík/B68 - B36

Leygardagin 18/05 - kl

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, Skála-B36 1-2?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan