B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Skjótur aðalfundur
Mikudagur, 23. januar 2019 21:57

alt

Ein góður roknskapur, tveir nýggir nevndarlimir og nýggjur formaður vóru á skránni, tá B36 í kvøld hevði aðalfund

 

Fitt av fólki var møtt upp til aðalfundin hjá B36, sum varð hildin í B36-húsinum í kvøld.

Fyrst greiddi virkandi formaðurin, Sámal Ímundarson, frá virksemi felagsins í 2018, sum í nógvar mátar hevur verið eitt sera hendingaríkt ár hjá okkum. Áðrenn hann takkaði fyri seg, nýtti Sámal eisini høvið til at handa Rúna Herup Olsen eina tøkk fyri tey trý árini, har hann við góðum hegni hevur staðið á odda fyri felagnum.

Eftir hetta var roknskapurin á skránni, og sum kassameistarin tók til, so vísti hesin eitt nøktandi úrslit.

Til seinast var nevndarval á skránni. Fyri vali stóðu Jákup Lamhauge, Símun Grønadal, Jóannes Guttesen og Rúni Herup Olsen. Jákup og Símun tóku við afturvali, og afturat teimum vórðu Jákup Mørk og Steinbjørn Hardlei valdir í nevndina.

Eftir aðalfundin, sum tók á leið trý korter at avgreiða, skipaði nevndin seg. Nýggjur formaður er Jákup Mørk. Sámal Ímundarson heldur fram sum næstformaður, og Rolf Herup Olsen heldur somuleiðis fram sum kassameistari. Hini í nevndini eru Anja Weyhe, Símun Grønadal, Steinbjørn Hardlei, Jákup Lamhauge og Heini Hellisdal Poulsen, sum er umboðið hjá ungdómsnevndini.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
  Gundadalur

 

KÍ - B36

Mikudagin 21/08 - kl. 19:00

  -----------------

1. deild menn

B36 - EB/Streymur

Leygardagin 24/08 - kl.

  -----------------

U21

FC Hoyvík - B36

Mánadagin 19/08 - kl.

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ

Hósdagin 22/08 - kl.

Gjald limagjaldið 2019 her !

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan