B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

NSÍ 2:3 B36
Dystur
09
Við Løkin, Runavík
NSÍ 2 : 3
B36
22-05-2011 15:00
  1" 1  16 • Meinhardt Joensen
  1" 1  09 • Jákup á Borg
  1" 1  10 • Róaldur Jakobsen
  1" 1  14 • Heini í Skorini
  1" 1  07 • Súni Olsen
  1" 1  22 • Klæmint Matras
  1" 1  03 • Símun Joensen
  1" 1  20 • Høgni Eysturoy
  1" 1  11 • Lukasz Cieslewicz
  27" 1  11 • Lukasz Cieslewicz
  33" 1  09 • Jákup á Borg
  38" 1  10 • Róaldur Jakobsen
  43" 1  14 • Heini í Skorini
  66" 1  07 • Súni Olsen
  69" 1  11 • Lukasz Cieslewicz
  79" 1  07 • Súni Olsen
  88" 1  14 • Heini í Skorini

Trý dask við flugusmekkaranum

 

Eitt brak av einum frísparksmáli frá Súna og tvey kølin brotsspørk frá Lukasz syrgdu fyri, at vit framvegis halda rimmarfast um oddasessin í Vodafone-deildini

 

 

Framvegis eru tveir triðingar eftir av kappingini, og tí er langur vegur eftir av kappingini.

Hinvegin er ein góð byrjan avgjørt ikki at forsmáa, og nú vit hava spælt triðingin av kappingini, er status serstakliga hugaligur lesnaður. B36 er nevnliga einsamalt oddalið, og enn hevur eingin sent okkum av vøllinum uttan úrtøku. So nógv betur enn tað sama fær tað neyvan verið.

Truplasta uppgávan higartil var við Løkin í Runavík í dag. Talan var um toppdyst – nummar tvey móti nummar eitt – og fyrstu góðu løtuna gjørdist talan um júst tí defensivu próvtøkuna, sum Mikkjal Thomassen spáddi um í upptaktini til dystin.

Okkara høvdu heldur ilt við at fáa tamarhald á spælinum, og ikki minst skapti ein væl upplagdur Mamuka trupulleikar í okkara høgru síðu.

Tað var eisini Mamuka, sum stóð fyri leiðslumálinum hjá NSÍ. Hann sneiddi inn í brotsteigin og skotfintaði Jonas, áðrenn hann turt smekkaði bóltin flatt móti nærra stólpanum.

Tað sá ikki heilt gott út, men effektivitetur er eisini nakað, sum eyðkennir eitt oddalið, og brádliga stóð aftur á jøvnum. Ein langur bóltur varð sendur inn í brotsteigin, og tá Róaldur valdi at temja við bringuni, heldur enn at stúta, var verjuleikarin alt ov áhalsin og rann seg í ryggin á okkara 10’ara.

Lukasz og Jákup tingaðust eitt sindur um, hvør skuldi skjóta. Endin var at Lukasz tók ábyrgdina á seg, og hóast hann tók sær góða tíð, so úrslitið svitaleyst og trygt.

Runavíkingar spruttaðu tó eisini eftir hetta. Ta einu ferðina mest sum gav ein hálvskaddur Róaldur bóltin burtur á brotsteigarmarkinum, men ein framúr bjarging frá Meinhardti helt okkum í dystinum. Og tá Klæmint Olsen varð stungin leysur eftir miðásini, var Meinhardt aftur vakin og blokeraði. Hinvegin ressaði útjavningin eisini okkara menn. Løtu seinni stútaði Lukasz hornaspark á tvørtræið, og í einum tveimum førum komu vit í heilt góðar støður eftir skjótt kontraspæl, hóast einki mál spurdist burturúr.

Seinna hálvleik vóru okkara nakað væl treystari. Ein hálvskaddur Róaldur varð stutt undan steðginum skiftur um við John Hansen, og við lítla lotinum í rygginum settu okkara seg meira á dystin. Á bakkinum fekk Høgni nú nógv betri tak á Mamuka, og á miðvøllinum sótu vit munandi fastari í mótstøðuni, eins og skeivu sendingarnar vóru nógv færri.

Teir heilt opnu møguleikarnir komu tó ikki, men fleiri vandamiklar skotroyndir noyddu vespurnar úr reiðri sínum við brotsteigarmarkið. Í royndini at blokera okkara monnum, fingu vit eftir 20 minuttum fríspark mitt í Súni Olsen-land.

Frástøðan mundi vera einar 25 metrar, men slíkt nervar ikki 7’aran hjá okkum, og sjálvt Ronaldo kundi neyvan gjørt tað betur enn tað sama. Skrúvandi og knallhart ferðaðist bólturin upp um múrin, og hóast Gango tveitti seg, so kom hann ikki í nær námind skotinum.

Og bara tríggjar minuttir seinni varð spenningurin punkteraður. Innleggið frá Súna bar ikki boð um heilt sama sparkiteknikk hesaferð, men sólin argaði Gango somikið, at hann fumlaði vandaleysa innleggið fyri føturnar á Heina. Og tá málverjin royndi at bøta um skaðan, var dómarin eirindaleysur og peikaði á brotssparksblettin. Aftur var Lukasz ískaldur, og við 3-1 í viðførinum tóktist sigurin vísur.

Og hann kom ongan tíð av álvara í vanda. Runavíkingar gjørdust sjáldan vandamiklir, og mest av øllum brúktu teir orkuna til at munnhøggast við dómaran. Teir høvdu tó eina heilt vandamikla roynd beint undan teimum 90 minuttunum, men tá smoygdi bólturin sær framvið. Og hóast Jústinus R. Hansen minkaði um munin, tá 93 minuttir vóru farnir, so munaði tað lítið, tá saman um kom. Trý stig á kontina hjá okkum, og enn einaferð høvdu vit tað bæði stuttligt og gott, har B36 spældi.

Hvussu væl konsolideraður oddasessurin er, fæst ikki at vita fyrr enn í annaðkvøld, men longu nú er greitt, at odaddystur verður aftur fríggjadagin, tá Víkingur kemur á vitjan í Gundadali.

 

NSÍ-B36 2-3 (1-1)
1-0: Mamuka Toronjadze 22.
1-1: Lukasz Cieslewicz (br.) 27.
1-2: Súni Olsen 66.
1-3: Lukasz Cieslewicz (br.) 69.
2-3: Jústinus R. Hansen 90.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
Liðið: Meinhardt Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas F. Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Heini í Skorini (Rúnar í Lon Jacobsen, 88.), Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen (John Hansen, 38.), Súni Olsen (Kenneth Jacobsen, 79.) - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
Gult kort: Jákup á Borg, Heini í Skorini

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
 

  

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

U21

Síggjast í 2020 :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast í 2020 :)

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan