B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

HB 1:3 B36
Dystur
13
í Gundadali
HB 1 : 3
B36
26-06-2011 15:00
  1" 1  16 • Meinhardt Joensen
  1" 1  09 • Jákup á Borg
  1" 1  11 • Lukasz Cieslewicz
  1" 1  09 • Jákup á Borg
  1" 1  10 • Róaldur Jakobsen
  1" 1  14 • Heini í Skorini
  1" 1  22 • Klæmint Matras
  1" 1  03 • Símun Joensen
  1" 1  07 • Súni Olsen
  1" 1  20 • Høgni Eysturoy
  61" 1  10 • Róaldur Jakobsen
  62" 1  09 • Jákup á Borg
  64" 1  20 • Høgni Eysturoy
  79" 1  03 • Símun Joensen
  89" 1  09 • Jákup á Borg
  89" 1  10 • Róaldur Jakobsen
  89" 1  23 • Rasmus Dan Sørensen

Vit89 eiga Havnina!

 

 

Viíkingarnir sloppu at læna oddasessin í lítið samdøgur. Nú eru vit aftur bestir

 

 

Við nýggjum venjara, nýggjari optmismu og nýtendraðum sjálvsálitið stóðu HB og Sigfríður í dag til reiðar at taka ímóti okkara monnum.

Í okkara lut vóru vit skerdir, tí Odmar framvegis hekk upp á óskiljandi tveir daga leikbann fyri at siga sína ikki heilt so diplomatisku meining um dómaran í Fuglafirði. Men við at skifta Klæmint og Súna um, fingu vit nakað av rástyrki upp á miðvøllin, samstundis sum framúr sendingarnar hjá Súna styrktu uppspælið úr miðverjuni.

Tað byrjaði eisini væl. Verjukenda uppleggið hjá HB – har Fróði Benjaminsen var í miðverjuni – hevði sjónliga til endamál at fáa ein málleysan javnleik ella kanska tepran sigur til høldar. Men tann parturin varð mest sum punkteraður eftir fáum minuttum. Jákup sneiddi sær, og fekk Hans á Lag at síggja so gamlan út, sum hann er. Skjótt samanspæl við Róald endaði við, at Jákup varð leysur, og so rullaði hann róliga bóltin framvið Marcin Dawid í HB-málinum.

So at siga restina av fyrra hálvleiki sótu vit á tí mesta, og eina góða løtu skolaðu álopini oman yvir HB-málið.

Eftir steðgin høvdu okkara tó hug at dovna. Tað hevði gingið mest sum ov lætt fyri steðgin, og HB fekk høvið at seta seg tyngri og tyngri á dystin. Tá Símun Samuelsen so javnaði, eftir at Meinhardt hevði havt eina annars framúr paradu, sá at kalla svart út hjá okkum. HB hevði tá í góða løtu havt leikliga yvirvág, og spurningurin tóktist vera, um okkara vóru farnir dekan av tíðliga í summarfrí,

Men so var ikki. Seinasta hálva tíman prógvaðu okkara menn enn einaferð, at teir í løtuni eru besta liðið í landinum.

Hvør sum ein skiftu teir eitt ella tvey gear uppeftir, og so hevði HB einki at svara aftur við.

Jonas átti sítt fyrsta mál í ár, tá hann stýrdi frísparksinnleggi í kassan, men onkursvegna helt linjudómarin, at talan var um rangstøðu. Løtu seinni beyð tó ikki bøtur hjá HB. Aftur sparkaði Súni innfyri, og hesaferð tveitti Símun seg fram, og so stóð 2-1.

HB skapti onga vandastøðu eftir hetta, og heldur áttu vit fleiri kontramøguleikar. Og við debut til Rasmus Dan Sørensen vístu okkar menn, at her eru góð B36-gen í væntu.

Men vit skuldu út um teir 90 minuttirnar, áðrenn vit stongdu og sløktu. HB-verjan gloymdi eina løtu, at Heini altíð stríðist til tað seinasta. Tað bar við sær, at Heini vann bólt, sum annars tóktust vera avgjørdur, og so kundi Jákup við hælinum frekt stýra bóltinum í netið til 3-1.

Trý-eitt og trý stig til sunnara partin av Gundadali. Enn sum áður eru vit á odda, og enn sum áður eru vit ósigraðir. So tað er væl einki annað at siga, enn gott summar.

 

 

HB-B36 1-3 (0-1)

0-1: Jákup á Borg, 11.

1-1: Símun Samuelsen, 66.

1-2: Símun Joensen, 79.

1-3: Jákup á Borg, 90.

B36: Meinhardt Joensen – Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Súni Olsen, Símun Joensen – Heini í Skorini, Klæmint Matras, Ingi Højsted (Kenneth Jacobsen, 44.), Róaldur Jakobsen (Ámund Nolsøe, 90.) – Jákup á Borg (Rasmus Dan Sørensen, 90.), Lukasz Cieslewicz

Gult kort: Róaldur Jakobsen, Jákup á Borg, Høgni Eysturoy

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

 11. umfar

Leygardagin 04. juli - kl. 17:00

  -----------------

1. deild menn

Fríggjadagin 03. juni - kl. 20:00

B36 - AB

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Sunnudagin 05. juli - kl. 14:00

B36 - EBS/Skála

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins spælari, EB/Streymur-B36 0-3?
 

Leinkir

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan