B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

B36 4:1 KÍ
Dystur
12
B36 4 : 1
19-06-2011 15:00
 16 • Meinhardt Joensen 1 1"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 1"    
 09 • Jákup á Borg 1 1"    
 10 • Róaldur Jakobsen 1 1"    
 14 • Heini í Skorini 1 1"    
 22 • Klæmint Matras 1 1"    
 03 • Símun Joensen 1 1"    
 07 • Súni Olsen 1 1"    
 20 • Høgni Eysturoy 1 1"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 10"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 25"    
 09 • Jákup á Borg 1 52"    
 11 • Lukasz Cieslewicz 1 72"    
 10 • Róaldur Jakobsen 1 77"    
 17 • Hørður H. Askham 1 77"    

Uttan at svoytta

 

Í bakandi hitanum í Gundadali í dag spældu okkara menn langt ífrá optimalt. Men við trimum perlum frá Lukasz og eini frá Jákupi vunnu vit kortini trygt

 

 

Hóast 4-1 á heimavølli móti uppflytarum ljóðar sum bæði trivaligur og tryggur sigur, so var hetta ikki kenslan, sum vit í sunnara enda av Gundadali sótu við, tá dysturin í dag var hálvrunnin.

Fyrstu trý korterini vóru tað nevnliga gestirnir, sum sótu á tí nógva. Teir megnaðu væl at steðga okkara samanspæli á miðvøllinum, og fleiri ferðiri var spurningurin bara um hálvar metrar, tá roynt varð at stinga djúpt inn um nýmannaðu miðverju okkara, har Klæmint loysti leikbannaða Odmar av.

Yvirskriftin sipar til, at okkara menn als ikki vístu tað arbeiðsavrik, sum teir so mangan hava gjørt fyrr í ár. Og hóast hitin var øgiligur, so var tað nóg illa so, at okkara fingu sveittan fram.

At tað so kortini eydnaðist at skora tvær ferðir, kunnu vit takka einstaklingum á okkara liði fyri. Fyrsta málið kom, tá Róaldur fekk fatur á uppspæli frá KÍ. Í einum splitt-sekundi smoygdi hann sær millum tveir klaksvíkingar, og tá hann so slepti víðari til ein leysan Lukasz, var hesin ísakaldur og legði bóltin flatt í kassan.

Seinna málið stóð Lukasz eisini fyri. Hesaferð mátti hann tó gera størri part av arbeiðinum sjálvur, eftir at Heini vann bóltin á miðvøllinum. Men tvey-trý trekk settu alla KÍ-verjuna upp á pláss, og umvegis stólpan legði bólturin seg væl til rættis.

Nógv meira enn tað sama vístu okkara ikki fyri steðgin. Klaksvíkingar vóru grammari á flestu bóltum, og fleiri ferðir vunnu teir seg til vandastøður.

Onkur vildi kanska sagt, at tíbetur minkaðu teir um munin beint undan steðginum. Málið var úrslit av alt annað enn sannførandi verjuspæli frá okkum, og so kundi Henry Heinesen skora, tá hann var fyrstur á retur-bólti.

Málið staðfesti í øllum førum, at okkara menn máttu arbeiða harðari, og ivaleyst fingu teir eisini eini fýra-fimm borgarlig orð í steðginum.

Seinna hálvleik sá eisini betur út hjá okkum, og innan fyri nakrar fáar minuttir, var at kalla leyst og liðugt.

Fyrst skoraði Jákup til 3-1, tá hann framúr væl kontrolleraði fluktara, eftir at Lukasz beindi innlegg útfrá, og tá gestirnir fáar minuttir seinni vórðu skerdir til 10 mans, eftir at Oddmar á Lakjuni slaktaði júst innskifta John Hansen, var ikki meira at koma eftir hjá KÍ.

Restina av dystinum var eingin sum helst ivi um, at stigini skuldu verða eftir í Gundadali. Lukasz staðfesti sigurin, tá hann dróg stutt og smekkaði til við vinstrabeininum, men hóast nógv spæl og fleiri vandastøður, so fingu vit ikki økt enn meira um munin.

Tað gjørdi nú ikki tað stóra. 4-1 og trý stig eru avgjørt nakað, sum verður góðtikið, og enn sum áður halda okkara menn rimmar-fast um oddasessin.

Ein dystur og trý stig resta í undan summarsteðginum, men eingin ivi er um, at intensiteturin skal nakað upp, tá vit spæla grannauppgerð um eina viku.

 

B36-KÍ 4-1

1-0: Lukasz Cieslewicz, 10.

2-0: Lukasz Cieslewicz, 25.

2-1: Henry Heinesen, 42.

3-1: Jákup á Borg, 52.

4-1: Lukasz Cieslewicz, 72.

B36: Meinhardt Joensen – Høgni Eysturoy, Klæmint Matras, Jonas Flindt Rasmussen, Símun Joensen – Heini í Skorini, Ingi Højsted (John Hansen, 58. (Kenneth Jacobsen, 64.)), Róaldur Jakobsen (Hørður Askham, 77.), Súni Olsen – Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

Klaksvík

??

  -----------------

1. deild menn

Gundadalur

B36 - B68

??

  -----------------

U21

  -----------------

Betri deildin kvinnur

 

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan