B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

NSÍ 1:2 B36
Dystur
26
NSÍ 1 : 2
B36
16-10-2011 15:00
  1" 1  16 • Meinhardt Joensen
  1" 1  11 • Lukasz Cieslewicz
  1" 1  09 • Jákup á Borg
  1" 1  10 • Róaldur Jakobsen
  1" 1  07 • Súni Olsen
  1" 1  14 • Heini í Skorini
  1" 1  22 • Klæmint Matras
  1" 1  03 • Símun Joensen
  1" 1  08 • Atli Danielsen
  35" 1  03 • Símun Joensen
  78" 1  20 • Høgni Eysturoy
  78" 1  08 • Atli Danielsen
  81" 1  11 • Lukasz Cieslewicz
  81" 1  11 • Lukasz Cieslewicz
  83" 1  09 • Jákup á Borg
  83" 1  10 • Róaldur Jakobsen

 

Nú eru vit føroyameistarar!

 

Tað stóð nógv á, men tað Lukaðiszt!

 

 

Tað stóðu tekin í sól og mána, longu áðrenn vit fóru úr Havnini. Dagurin í dag var okkara. Væl mannaðir fóru floksmenn, tikarar og aðrir svart/hvítir fjepparar avstað, og teir vórðu heldur ikki vónsviknir.

Vindurin var ímóti fyri steðgin, men tað vóru tó okkara, sum stóðu fyri tí mesta. Runavíkingar høvdu ilt við veruliga at koma til møguleikar, og heldur vóru tað okkara, sum hóttu.

Veruligar royndir komu tó ikki, men at enda fingu vit tó hol á. Og uppskriftin var á ongan hátt ókend. Súni Olsen sendi eitt av frísparksinnleggum innfyri, og tá runavíkingar hildu, at vandin var av, kom Símun rennandi við handaru stong og stútaði í kassan.

Eina ferð stóð á, men við framúr dupultbjarging vísti Meinhardt, hví vit hava ein málmann, og við vindinum undan, kundi næstan ikki ganga galið eftir steðgin.

Og so mundi tað gjørt tað kortini. Lukturin av gullinum darvaði okkara menn, og vit høvdu ilt við verulgia at koma til møguleikar. Klæmint hevði ein av teimum stóru, men vindurin dróg bóltin undan, og so endaði bólturin bara í krovinum á Gango í NSÍ-málinum. Og brádliga fekk Klæmint Olsen okkara fjøld at tagna. Hornaspark varð sent innfyri, og har stóð toppskjúttin hjá NSÍ á rætta (skeiva!) staðnum, og so stóð 1-1.

Men í dag er tað kortini líkamikið. Einar fimm minuttir fyri leiklok fekk Lukasz bóltin í brotsteigarhorninum. Fyrst argaði hann eitt sindur, so verjuspælarin stóð stillur. Men eitt sindur henda veg og eitt sindur handa veg gjørdu sítt, og so varð bólturin langaður í netið. 2-1 til okkum, og tað helt.

64 stig – met í føroyskari fótbóltssøgu – og so var líkamikið, hvussu úrslitini lagaðu seg aðrastaðni. Vit eru føroyameistarar í føroyskum mansfótbólti í 2011. Og so er bara at hava tað líka stuttligt, sum vit hava havt tað í ár. Í morgin man talan vera um frídag hjá teimum nógvu, og so fara vit at hugsa um 22. oktober, sum vónandi verður minst líka stuttligur.

 

NSÍ-B36 1-2 (0-1)

0-1: Símun Joensen, 35.

1-1: Klæmint Olsen, 61.

1-2: Lukasz Ciesleicz.81.

Liðið: Meinhardt Joensen – Atli Danielsen (Høgni Eysturoy, 78.), Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen – Heini í Skorini, Klæmint Matras, Súni Olsen, Róaldur Jakobsen (Ingi Højsted, 83.) – Jákup á Borg (Mahmud Suleiman, 83.), Lukasz Cieslewicz

Gult kort: Lukasz Cieslewicz

Ársveitslan 2019

Ársveitslan hjá B36 verður

02 november 2019

Keyp atgongumerki til ársveitsluna her :

 

------ BÍÐILISTI ------

Kontakta Anju Weyhe á tlf 280381

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn
  Gundadalur

  

B36 - KÍ

Leygardagin 26/10 - kl. 15:00

  -----------------

1. deild menn

EB/Streymur - B36

Fríggjadagin 25/10 - kl. 18:00

  -----------------

U21

B36

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast í 2020 :)

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, Víkingur-B36
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan