í Gundadali | |||||
B36 | 4 : | 3 | NSÍ |
||
---|---|---|---|---|---|
21-08-2011 15:00 | |||||
![]() | 1 | 1" | |||
![]() | 1 | 1" | |||
![]() | 1 | 1" | |||
![]() | 1 | 1" | |||
![]() | 1 | 1" | |||
![]() | 1 | 1" | |||
![]() | 1 | 1" | |||
![]() | 1 | 1" | |||
![]() | 1 | 24" | |||
![]() | 1 | 39" | |||
![]() | 1 | 41" | |||
![]() | 1 | 51" | |||
![]() | 1 | 81" | |||
![]() | 1 | 90" | |||
![]() | 1 | 90" |
Ókeypis gávukort
Vit høvdu tann heilt stóra gávukekkin frammi í dag, men onkursvegna megnaðu vit at finna neyðugu styrkina, so trý stig kundu togast frá prikandi vespunum
Fagnaðurin var øgiligur, tá tey trý stigini í dag vórðu viss. Sum so var fagnaðurin ikki úrslit av einum framúr avriki. Heldur var hetta úrslit av lætnaðum B36-sálum, ið kundu staðfesta, at hóast avrikið í dag var eitt tað lakasta á árinum, og hóast verjan og málverjin vístu seg frá síni mest gestablíðu síðu, so kundu vit kortini seta trý stig á bók.
Byrjanin var annars á leið so ring, sum hon kundi vera. Runavíkingar løgdu trýstið høgt, og hetta tóktist ørkymla okkum, og hóast Súni hevði eina góða skotroynd, so lá eitt mál til gestirnar í luftini.
Og hetta kom eisini, áðrenn alt ov leingi var liðið. Í einum NSÍ-kontra seldi Odmar seg, tá hann skuldi tacklað, og tá bólturin varð sendur innfyri, bíðaðu Jonas, Símun og Meinhardt, meðan Klæmint A. Olsen ótarnaður stútaði bóltin í meskarnar.
Og vit hildu fram í sama gávuhýri. Í lítið vandamiklari støðu sendi Odmar eina feilavlevering avstað, og so slapp vandamikli Klæmint aftur avstað – hesa ferð endaði hann við at lyfta upp um Meinhardt. Stigatalvan vísti 0-2 í málum og bara 19.36. Okkara menn, sum fram til seinasta mikudag ikki kundu basast, tóktust eins skelkaðir sum vit onnur kring vøllin. Og sjáldan hevur tøgnin í B36-húsinum verið friðarligari enn tað sama.
Men hetta skuldi nú broytast. Runavíkingar hildu á fram at leggja trýstið høgt, og við hepni kundu teir eisini økt um leiðsluna, men ístaðin vóru tað vit, ið svaraðu aftur. Ein bóltur varð vunnin á miðvøllinum, og tá Atli rann seg púra leysan, valdi hann at rulla til ein enn blankari Jákup, og so stóð 1-2. Og lagið gjørdist enn betur, tá Símun Joensen annan dystin á rað sendi bóltin í netið. Jákup royndi seg við skoti, og tá hetta hálvkiksaði, var Símun skjótur at rætta kósina móti meskunum. Hesa ferð kundi hjálpardómarin ikki finna nakra góða orsøk at kolldøma málið, og so var púrasta opið, tá farið varð til hálvleiks.
Vit hildu, at nú var koppsett móti vespustingum, men bara fimm minuttir eftir steðgin var aftur galið. Heini hevði annars júst sent frísparksroynd á tvørtræið, men 20 sekund seinni gjørdi hann heldur óneyðugt fríspark á miðvøllinum. Og tá hetta varð sent innfyri, valdi Meinhardt at fara á skógtúr, og so kundi Jens Joensen stúta gestirnar framum.
Heini brúkti tó ikki langa tíð um at gera skaðan góðan. Minuttir seinni vann B36 sær fríspark í vinstru. Sum vant sendi Súni eitt perfekt innlegg í feltið, og so stútaði Heini okkum upp á javnt. Og enn vóru vit als ikki liðug við innlegg og stútarar. Hesa ferð var talan um hornaspark, og aftur varð Súni tann, sum skuldi leggja innfyri. Í feltinum kom Jonas stórleypandi, og annan dystin á rað stútaði hann í kassan, og so var fagnaðurin ikki bara stórur – men enormur!
Og so var restin av dystinum annars akkurát líka so spennandi, sum tað annars hevði verið. Hvørki av liðunum tóktist leggja serliga nógv í verjuskyldurnar, og møguleikar vóru í báðum endum. Mamuka átti ein risa-møguleika at javnað, men skotroyndin varð blokerað, og Meinhardt hevði eina framúr bjarging, tá skotið varð upp á returbólt.
Í hinum endanum áttu vit rimmar-møguleika, tá Jákup við hælinum opnaði alla NSÍ-verjuna í kontraálopi. Men Lukasz valdi at skjóta, tá Kenneth annars hevði opið mál, og hóast Kenneth fekk returbóltin, so vardi Gango frágera væl.
Seinastu sekundini tikkaðu spakuliga avstað, og pulsurin vildi ongan tíð fara niður. Men at enda helt Petur Reinert, at nú var nóg mikið, og so kundi bitin ikki kennast stórt søtari enn tað sama.
Ofta verður tikið til, at góð lið eisini fáa stig á einum ringum degi, og er hetta so, so er eingin ivi um, at vit hava eitt framúrskarandi lið. Men tað vistu vit kanska eisini undan sunnudegnum J
B36-NSÍ 4-3 (2-2)
0-1: Klæmint A. Olsen, 14.
0-2: Klæmint A. Olsen, 20.
1-2: Jákup á Borg, 24.
2-2: Símun Joensen, 41.
2-3: Jens Joensen, 48.
3-3: Heini í Skorini, 51.
4-3: Jonas Flindt Rasmussen, 70.
Liðið: Meinhardt Joensen – Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen – Súni Olsen (Kenneth Jacobsen, 81.), Atli Danielsen, Klæmint Matras, Ingi Højsted (Heini í Skorini, 39.) – Jákup á Borg (Róaldur Jakobsen, 90.), Lukasz Cieslewicz
Gult kort: Odmar Færø
Komandi dystir
Komandi dystir
Betrideildin, menn
Síggjast í 2020 :)
-----------------
1. deild menn
Síggjast í 2020 :)
-----------------
U21
Síggjast í 2020 :)
-----------------
Betri deildin kvinnur
Síggjast í 2020 :)
Støðan í Betri-deildini
Leinkir
Keyp árskort 2020 her :
Keyp B36 bókina her :
B36 á Facebook og Instagram
Leiga B36 húsið
B36 FAN SHOP
Føroysk fótbóltshagtøl