Ungdómsdeildin fyrireikar seg
Kappingarárið 2010 stendur fyri durum, og ungdómsdeildin er við at fáa teir seinastu brikkarnar uppá pláss
Vit vóru í kvøld á gátt hjá høvuðsungdómsvenjara okkara, Milan Cimburovic, sum júst var komin inn um dyrnar, eftir at hava verið í Høllini á Hálsi og vant nakrar dreingir. Vit prátaðu við hann um hvussu fyrireikingarnar til kappingarárið 2010 hava gingið, og sum heild letur hann heilt væl at.
- Eg eri sera fegin um, at allir venjararnir langtsíðan eru komnir uppá pláss. Hetta prógvar, at vit eru eitt stabilt felag. Tó eru tað pláss fyri tveimum afturat at hjálpa til, um tað skuldi havt áhuga. Í løtuni eru vit í ferð við at skapa umstøðurnar, tað veri seg bóltar, keylir og onnur amboð, sigur Milan, sum eisini er í ferð við at fyrireika venjingarlegur fyri smádreingir og dreingir.
Fleiri nýggir leikarar eru komnir til ungdómsdeildina hjá B36 í ár, og Milan undirstrikar, at tað er pláss fyri fleiri - og fyri øllum.
- Í B36 er tað pláss fyri øllum. Tað er tú vit hava A-, B-, C-lið o.s.fr., sigur hann.
Flog- og hondbóltskappingarárið er við at vera av, og Milan væntar, at tað tískil koma fleiri leikarar til hesa komandi tíðina.