Tríggir á landsliðnum
Jákup á Borg, Meinhardt Joensen og Christian R. Mouritsen hava fingið landsliðsboð til venjingardysti ímóti Íslandi seinni í mánaðinum
Brian Kerr hevur í dag úttikið hópin, sum skal standa seg í venjingardysti ímóti Íslandi í Kópavági 21. mars. Tað verða teir tríggir Jákup á Borg, Meinhardt Joensen og Christian R. Mouritsen, sum skulu umboða B36, umframt at liðleiðari okkara, Bárður Lava Olsen, fer við sum liðleiðari.
Hópurin:
Meinhardt Joensen, Jákup á Borg, Christian R. Mouritsen B36
Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen, Vagnur Mohr Mortensen HB
Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen, Jan Ingi Petersen NSÍ
Rógvi Jacobsen, Høgni Zachariasen ÍF
Atli Gregersen, Súni Olsen Víkingur
Egil á Bø EB/Streymur
Bogi Løkin, Jónas Tór Næs, Andreas Lava Olsen BK Frem
Atli Danielsen Roskilde
Jóan Símun Edmundsson Newcastle
Gunnar Nielsen Manchester City