Fundur um dómarar til ungdómsdeildina
Hiðani skal ljóða enn eitt neyðarróp um at fáa dómarar til ungdómsdeild okkara - tú kanst hjálpa til!
At finna dómarar til ungdómsdeild okkara hevur verið ein afturvendandi trupulleiki, og í tí sambandi fara vit nú at gera eina roynd at samskipa hetta betur. B36 er eitt stórfelag við einari væl virkandi ungdómsdeild, og tískil er tað harmiligt, at so tung byrða skal verða løgd á viðkomandi venjarar, sum skulu ringja runt og finna dómarar undan hvørjum heimadysti. Hetta vilja vit broyta uppá, og tit kunnu hjálpa!
Fundur um evnið verður í B36-húsinum mánakvøldið 15. mars kl.20, har vit fara at kjakast um hvat skal gerast fyri at skipa ein dómarabólk, sum kann taka sær av dystum í ungdómsdeildini. Hetta krevur nógv sjálvboðin, soleiðis at vit bara senda boð eftir dómarum, sum hava skrivað seg upp, eina ella tvær ferðir hvørt kappingarár. Nøkur vóru ógvuliga hjálpsom við at taka floytuna í hond í fjør, og hetta eru vit sera takksom fyri, og vóna at tey halda fram. Vit síggja fegin væl fleiri bjóða seg fram, vit hava veruliga tørv á tí!
Við á fundinum vera dómaraumboð, ungdómsnevnd, ungdómsvenjarar og liðskiparar hjá fremsta kvinnu- og mansliðnum. Øll eru hjartaliga vælkomin; tað veri seg foreldur, virknar leikarar, fyrrverandi leikarar og áhugað annars.
Eru spurningar ella hugskot hesum viðvíkjandi, ber til at venda sær til Pætur Albinus, dómaraumboð, á tel. 21 18 09, ella Milan Cimburovic, høvuðsungdómsvenjara, á tel. 25 55 51.
PA