Forsíðan Elektron

B36 er komið aftur á rættkjøl!

Eini 40 fólk vóru á aðalfundinum

Eini 40 fólk vóru møtt á aðalfundi hjá B36 í kvøld, har kassameistarin, Kjartan Mohr, kundi leggja ein ársroknskap fram, sum týðiliga vísti, at felagið er komið aftur á rættkjøl eftir fíggjarligu kreppuna sum tað var í fyri einum ári síðani.

Formaðurin, Kristjan á Neystabø, segði m.a., at árið í fjør var tað ítróttarliga vánaligasta hjá besta liðnum hjá B36 í langa tíð, men fegnaðist tó um, at góða arbeiðið, sum verður gjørt í ungdómsdeildini av álvara er farið at bera frukt, og at úrslitini síggjast bæði á og uttan fyri vøllin.

Eftir uppskoti frá nevndini varð nevndin víðkað úr 3 upp í 5 limir, og umframt teir tríggjar Kristjan á Neystabø, Kjartan Mohr og Edvard Heen, sum allir vórðu afturvaldir, vórðu Bjarni Djurholm og Sámal Ímundarsson nývaldir í nevndina. Til tiltakslimir vórðu valdir Símun Midjord og Magnus Hansen.

Ein heilsan varð borin Sonna Johannesen, sum er farin at sigla heim við millum øðrum Odmar Færø umborð. Odmar skal til venjing beinanvegin! :-)

STUÐLAR
Seinasti dystur
Víkingur 1 - 0 B36
Vodafonedeildin 29.08.2010

Komandi dystur
EB/Streymur - B36
Vodafonedeildin 12.09.2010




Vodafonedeildin
LiðDVJTMS
NSÍ2012442140
HB2011541338
EB/Streymur209742034
Víkingur209741234
ÍF201046634
B3620767327
B6820659-523
B71204511-3017
FC Suðuroy203512-1914
AB201811-2111
 


Stuðlað av IKT Consult