Vunnu stórt
Nógv nýggj andlit at síggja, tá ið vit vunnu ársins fyrsta venjingardyst 6-1
B36 leikti í kvøld ársins fyrsta venjingardyst. Hetta hendi tá ið 07 Vestur vitjaði í Gundadali, har nógvi kuldin ikki sá út til at forða tí fitta skarða av fólki, sum høvdu leitað sær oman at fregnast.
Dysturin gjørdist ongantíð spennandi, og B36 vann dystin 6-1 eftir hálvleiksstøðuna 3-1. Bárður Olsen fekk debut, har hann fyrra hálvleik leikti á høgra bakki og seinna hálvleik mitt á miðjuni. Hann takkaði fyri og skeyt tvey mál; hitt fyrra eitt sera vakurt langskot, sum sang í handara horni. Christian R. Mouritsen gjørdi honum kynstrið eftir við tveimum málum, har annað somuleiðis var eitt frálíkt langskotsmál. Seinastu málini skutu Høgni Eysturoy og Hjalgrím Elttør, sum fekk debut og fulla leiktíð í kvøld.
Nøkur onnur nýggj andlit vóru eisini at síggja. Símun Joensen, sum er komin til úr KÍ, leikti fyri tað mesta á vinstra bakki, meðan Heini í Skorini, Fróði Clementsen, Meinhard Joensen og Dimitrije Jankovic aftur vóru at síggja á liðnum. Á venjarabeinkinum var somuleiðis eitt gamalt/nýtt andlit at síggja í Sigfríði Clementsen.
Fróði Clementsen var so óheppin at bróta sær nøsina í einum luftdysti, og er hann nú farin á Landssjúkrahúsið til nærmari kanningar.