Triði sigurin á rað
Tað gongur bara væl við at leika venjingardystir. Í kvøld vunnu vit 2-1 á B68 í Gundadali.
Pól Jóhannus Justinussen legði annars B68 á odda, men Høgni Eysturoy og Christian R. Mouritsen vildu tað øðrvísi og tryggjaðu okkum 2-1-sigurin. Christian sær út til at hava smurt kanónina væl og hevur nú skotið fýra mál í trimum venjingardystum - frálíkt!