Snotiligur stórsigur á NSÍ
Vodafonedeildin, 25. umfar: B36 - NSÍ 5-2 (4-0)
B36 - NSÍ 5-2 (4-0)
1-0: Brima Koroma 4.
2-0: Dennis Holmberg 8.
3-0: Brima Koroma 23.
4-0: Brima Koroma 45.
5-0: Bergur Midjord 53.
5-1: Sjúrður Jacobsen 64.
5-2: Karoly Potemkin (brts.) 79.
Liðið í dag: Jóan Pauli D. Jakobsen - Odmar Færø, Klæmint Matras, Herbert í Lon Jacobsen, Magnus Olsen - Jákup á Borg (72. Sjúrður Thomassen) Róaldur Jacobsen, Dennis Holmberg, Bergur Midjord (65. Høgni Eysturoy) - Brima Koroma, Christian R. Mouritsen
Dómari: Lars Müller
Vit leiktu í dag ein týðandi dyst í botnstríðnum ímóti NSÍ, sum í ár hevur vunnið báðar innanhýsis dystirnar ímóti okkum. Í oysandi regni í Gundadali í dag var setningurin greiður: trý stig, lítið annað kann brúkast.
Seinast NSÍ vitjaði í Gundadali, komu vit á odda 2-0 tíðliga í dystinum, men kastaðu síðan alt burtur og taptu 2-3. Í dag endurtók fyrsti partur av søguni seg tíbetur; vit komu nevniliga á odda 2-0 tíðliga í dystinum. Fýra minuttir vóru farnir, tá ið Bergur sendi Brima avstað, sum einsamallur við Meinhardi í NSÍ-málinum var ósvikaliga tryggur, og langaði bóltin í netið til 1-0. Fýra minuttir seinna, í 8. minutti, fingu vit eitt fríspark úr 30 minuttum. Og halt fast, sum frísparkið hjá Dennis Holmberg rungaði í málhorninum! 2-0, og nú gleða vit okkum øll til at síggja (eftir øllum at døma) besta málið hetta umfarið í 3-2 mánakvøldið.
Hetta var eitt rættiligt déjà vu frá fyrra dystinum ímóti NSÍ í Gundadali í ár, men hinvent seinast, megnaðu vit hesaferð at halda fast - og sanniliga tað! Vit stóðu væl betur á vøllinum, og í stórum løtum regnaðu álopini inn yvir NSÍ, sum vardi seg við øllum teir høvdu. Í 23. minutti øktu vit til 3-0, tá ið Brima setti ferð á í vinstru síðu, rak inn í brotsteigin og umvegis eitt NSÍ-fót setti bóltin í netið.
3-0 var eftir øllum at døma ikki nokk fyri okkara menn, sum hildu fram við at herja á NSÍ-málið. NSÍ-verjan lá langt uppi á vøllinum, og hetta gav okkum møguleikan til nógvar inn-um-sendingar, sum tó ofast blástu burtur saman við nógva undanvindinum. Stutt undan hálvleikinum vóru vit nær við at økja fleiri ferðir. Fyrst sendi Brima eitt brakandi skot beint við síðuna av, áðrenn Róaldur minuttin seinni skeyt beint omanfyri málið.
Tíbetur fyri okkum, megnaðu vit at fáa bóltin í málið einaferð enn áðrenn hálvleik. Eitt serstakliga væl spælt álop, heilt frá okkara egna brotsteigi, fekk ein virðiligan enda. Herbert og Dennis broderaðu seg leysar í verjupartinum, góvu Jákupi bóltin á høgru síðu, sum sendi bóltin víðari til ein leysan Brima Koroma, sum eiheldur hesaferð sveik álitið, og setti bóltin í netið til 4-0. Ein stór og ruddiliga uppiborin hálvleiksleiðsla, sum - um nakað - skuldi verið størri!
Frá byrjan í seinna hálvleiki høvdu tveir NSÍ-leikarar loftað einum parti av ruskinum, og vórðu útskiftir. Tvífaldað útskiftingin sá ikki út til at vera serliga munagóð, tí gingnir vóru ikki fleiri enn átta minuttir av seinna hálvleiki, tá ið NSÍ-ararnir sluppu at sentra fyri sættu ferð. Vit sendu eina flata avlevering fram til Berg, og tá ið Óli Hansen datt um síni egnu bein, slapp Bergur at renna púra leysur. Hann takkaði fyri, legði bóltin í netið og so stóð 5-0 á máltalvuni!
Fimm minuttir seinni var tætt við legendariska úrslitð 6-0, men Christian R. Mouritsen brendi stóra møguleikan tætt undir málinum. Eftir hetta dovnaði nakað. Tað vóru tó framvegis vit, ið vóru við yvirlutan, og spælið hjá NSÍ gekst serstakliga illa í hond. Tó fingu teir ein gyltan møguleika at pynta um støðuna, tá ið teir fingu brotsspark í 58. minutti, eftir at ein av okkara hevði hondina á bóltinum í brotsteiginum. Eitt sindur sigandi um dystin, so skeyt Óli Hansen brotssparkið við síðuna av. Átta minuttir eftir hetta kom NSÍ tó á talvuna, tá ið Sjúrður Jacobsen, við góðari hjálpa frá viðvindinum, skeyt eitt hornaspark beinleiðis í málið. 5-1.
Eitt korter eftir málið fekk NSÍ enn eitt brotsspark. Hesaferð slapp Karoly Potemkin at skjóta, og hetta setti hann í netið til 5-2, sum skuldi vísa seg at gerast endaliga úrslitið, hóast vit vóru tætt við at gera stórsigurin enn størri.
Trý sera søt og týdningarmikil stig, sum halda munin á trimum stigum niður til KÍ undir niðurflytingarstrikuni. Í dag leiktu vit als ikki sum nakað botnlið, og góða spælið og góða úrslitið skuldi givið okkum góðar vónir um at bjarga okkum lív í Vodafonedeildini. Næsta uppgáva verður í Sarpugerði komandi vikuskifti, har Víkingur tekur ímóti.