Forsíðan Elektron

Skrædnaði í Streymnesi

Vodafonedeildin, 24. umfar: EB/Streymur - B36 4-1 (0-1)

EB/Streymur-B36 4-1 (0-1)
0-1: Christian R. Mouritsen
1-1: Alex José dos Santos (br.)
2-1: Brian Olsen
3-1: Sorin Anghel
4-1: Arnbjørn Hansen

Liðið:
Jóan Pauli D. Jakobsen - Johan Ellingsgaard, Herbert í Lon Jacobsen, Klæmint Matras, Poul Arni Jacobsen (Sjúrður Thomassen) - Odmar Færø, Róaldur Jacobsen, Dennis Holmberg (Høgni Eysturoy) Magnus Olsen - Christian R. Mouritsen - Brima Koroma (Bogi Hermansen)

Dómari: Petur Reinert

Vit fóru í kvøld til Streymnesar at royna at betra um støðu okkara í botnstríðnum, har vit undan dystinum vóru seks stig frá niðurflytingini. Tey flestu mundu fara lutfalsliga lættklødd úr Havnini í góðveðrinum, men mundu tey skitið eina kúgv, tá ið tað byrjaði at regna fimm minuttir áðrenn dystarbyrjan.

EB/Streymur byrjaði dystin sum greitt betra liðið, har teir settu seg á miðvøllin og arbeiddu seg frameftir. Verja okkara stóð tó stinn, og EB/Streymur fekk bara ein ordiligan málmøguleika, sum mátti sigast at vera ógvuliga stórur. Ein slapp púra leysur í brotsteiginum og fekk lirkað bóltin inn um Jóan Paula, men takkað verið stríðsviljanum og kvikleikanum hjá Johan Ellingsgaard, spurdist einki burturúr.

Eftir eitt korter við EB/Streymi á matarlepanum, tóku vit greitt yvir eina góða løtu. Vit vunnu so at siga allar bóltarnar á miðvøllinum, og so gekk skjótt frameftir. Serliga okkara høgra síða var lívlig, og tað var eisini haðani málið hjá okkum kom í 25. minutti. Ein sera sjónligur Johan Ellingsgaard setti Dánjal Davidsen av í høgru síðu, spældi Christian R. Mouritsen mitt fyri, og kaldliga sendi hann bóltin í netið til 1-0. Mikil frøi á okkara væl uppmøttu viðhaldsfólkum, sum hoyrdist væl betur enn heimaviðhaldsfólið.

Løtuna eftir málið vóru vit eisini greitt omaná, og var hepnið við okkum, høvdu vit økt til 2-0. Stutt áðrenn hálvleik trýsti EB/Streymur okkum nakað, men vit megnaðu at halda tætt til hálvleiks, og fóru at hvíla okkum við einari uppibornari 1-0-leiðslu.

Seinni hálvleikur gjørdist ikki nakar minnisverdur fyri okkara viðkomandi. Sum so ofta áður, vóru vit nógv tamari og sótu leysari á móstøðumonnunum í seinna hálvleiki, og hetta kom at kosta okkum - og tað dýrt eisini! Rullistartin fekk EB/Streymur góðan hálvan tíma inn í seinna hálvleik, tá ið teimum varð tillutað brotsspark. Hetta setti Alex José dos Santos, sum vit fingu til Føroya, trygt í netið til 1-1.

Nú kom EB/Streymur á rull. Sanniliga eisini mælsku mammurnar kring vøllin, sum bara gjørdu høvuðpínuna enn verri. Um miðan seinna hálvleik setti EB/Streymur nýklakta landsliðsleikaran, Brian Olsen, á vøllin. Hetta skuldi vísa seg at vera ein góð avgerð. Løtu seinni hevði hann gjørt tað til 2-1, eftir at hann stútaði bóltin í málið eftir ping-pong í okkara brotsteigi.

Eftir at vit komu afturúr vórðu vit noyddir at flyta liðið longri niðan á vøllin, og so mátti bera ella bresta. Tíverri fyri okkum, brast. Í 82. minutti slapp Sorin Anghel nakað fríur í høgru síðu, og úr 20 metrum langaði hann bóltin í mál til 3-1. Í yvirtíðini økti Arnbjørn Hansen til 4-1, tá ið eisini hann var sloppin at renna solo í høgru síðu.

4-1 til EB/Streym gjørdist endaliga úrslitið. Vit megnaðu ikki at binda fyri leiðsluna, og tað als ikki. Tað mesta av fyrra hálvleiki sá frílíkt út, meðan seinni hálvleikur var ein av teimum heilt keðiligu - tó skal sigast, at tað í veruleikanum als ikki vóru trý mál á muni á liðunum. Nú trý umfør eru eftir at leika, liggja vit trý stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Nú skulu seglini spennast fyri ikki at flyta niður, og næsta uppgáva verður í Gundadali nú sunnudagin ímóti NSÍ.

STUÐLAR
Seinasti dystur
Víkingur 1 - 0 B36
Vodafonedeildin 29.08.2010

Komandi dystur
EB/Streymur - B36
Vodafonedeildin 12.09.2010




Vodafonedeildin
LiðDVJTMS
NSÍ2012442140
HB2011541338
EB/Streymur209742034
Víkingur209741234
ÍF201046634
B3620767327
B6820659-523
B71204511-3017
FC Suðuroy203512-1914
AB201811-2111
 


Stuðlað av IKT Consult