Grannarnir vóru drúgvari
HB vann venjingardystin 3-1 seinnapartin
Liðið: Meinhard Joensen - Bárður Olsen, Dimitrije Jankovic, Herbert í Lon Jacobsen, Magnus Olsen - Jákup á Borg, Klæmint Matras, Róaldur Jakobsen, Hjalgrím Elttør - Christian R. Mouritsen - Høgni Eysturoy
Inn komu: Símun Joensen, Johan Ellingsgaard, Bergur Midjord, Poul Arni Jacobsen, Odmar Færø og Sigurð D. Carlsson
Bara 15 tímar eftir at vit takkaðu argjamonnum fyri venjingardystin í gjárkvøldið, stóðu okkara menn aftur á vøllinum kl.12 í dag. Mótstøðuliðið hesaferð var HB, og í løtum sást, at vit vóru nakað moyrir. Heimafturkomni Símun Samuelsen, sum vísti góð evni á HB-liðnum í dag, legði HB á odda tá ið eitt gott korter var farið. Fimm minuttir seinni javnaði Róaldur Jakobsen fyri B36, tá ið hann eftir gott smáspæl langaði bóltin í stongina og inn til 1-1. Tað leikaði á í báðum endum, men tað var HB, sum fimm minuttir fyri hálvleik tryggjaði sær hálvleiksleiðsluna. Aftur var tað Símun Samuelsen, sum hesaferð slapp at standa nakað leysur í feltinum og stútaði eitt innlegg í kassan til 2-1.
Í hálvleikinum gjørdu vit tríggjar útskiftingar. Símun Joensen, Johan Ellingsgaard og Bergur Midjord komu inn fyri ávíkavist Magnus Olsen, Bárð Olsen og Jákup á Borg. Dysturin gjørdist nú nakað tamur og longri var ímillum málmøguleikarnar. Bara eitt mál kom í seinna hálvleiki, og burdi tað helst ongantíð havt verið mál. Bólturin var ávegis út av vøllinum, tá ið hann rakti eina kavafonn og stakk inn aftur í spæl. Allir leikararnir stóðu sum kánus, men hvørki dómari ella linjuverji lótu við seg koma, og ungi Jógvan Skeel Nolsøe hjá HB slapp at renna leysur og skjóta bóltin í mál til 3-1. Óheppin støða, men hetta gjørdist úrslitið í einum annars jøvnum dysti.
Hetta var fyrsta tap í venjingardystarøðini í ár. Vit vunnu teir fyrstu fimm.