Forsíðan Elektron

Niðurtúrur í Sørvági

Vodafonedeildin 22. umfar, 30. august 2009: 07 Vestur - B36 2 - 0 (1 - 0)

07 Vestur - B36 2-0 (1-0)

1-0 15 min. Gunnar Haraldsen
2-0 60 min. Yarja Tamba

Liðið hjá B36:

Jóan Pauli Dahl Jakobsen - Johan Ellingsgaard, Herbert í Lon Jacobsen, Klæmint Matras, Magnus S Olsen (Poul Arne Jacobsen) - Bergur Midjord (Sjúrður Thomassen), Odmar Færø, Róaldur Jacobsen, Dennis Holmberg (Brima Koroma), Christian R Mouritsen - Jákup á Borg

Dómari: Petur Reinert

Tað var ein vónbrotin fjøld av B36-fjepparum, sum fór aftur til Havnar eftir dystin í Sørvági móti 07 Vestur, tí liðið hevði als ikki megnað at hildið fast um tær góðu taktirnar, sum annars hava verið at sæð teir seinastu dystirnar.

Spælilíkindini vóru á heilt góðari leið. Eitt sindur av vindi, men turt, so vit kundu ikki umbera okkum við tí.

Beinanvegin frá byrjan sást, at heimaliðið vildi nógv meira og hevði eina nógv greiðari spæliætlan. Við beinleiðis álopsspæli hóttu teir okkum frá fyrsta dómarabríksli, meðan okkara royndir at byggja upp líkinda álop vóru tilvildarligar og ótættar.

Serliga var tað á miðvøllinum, at okkara rættiliga duttu niður ímillum, og við so góðum bóltspælarum sum t.d. Tór Ingar Akselsen og Jens Erik Rasmussen sum mótstøðumonnum er tað vandamikið, tá miðvøllurin ikki virkar.

07 Vestur setti hol á, tá eitt korter var farið. Teir fingu fríspark mitt fyri málinum einar 25 metrar úti, og tá bólturin varð sendur móti B36-málinum eydnaðist tað Gunnari Haraldsen at sneiða hann so mikið við høvdinum, at hann snýtti Jóan Paula Dahl Jakobsen í B36-málinum so mikið, at bólturin fór í málið dygst undir tvørstongini.

Tey, sum nú væntaðu eitt aftursvar frá B36, vóru tó vónbrotin, tí har kom einki. Miðvøllurin var eitt stórt órudd, og hetta førdi eisini til, at venjararnir avgjørdu at taka Dennis Holmberg út longu eftir ein hálvan tíma og seta Brima Koroma á vøllin í staðin, uttan at tað tó í fyrra hálvleiki broytti nakað um spælbýtið.

Í seinna hálvleiki skapti B36 heldur meira, enn í fyrra, men tað var sjáldan, at tað bara bar brá av at gerast vandamikið.
Brima stríddist væl saman við Johan Ellingsgaard og Jákupi á Borg, men har vóru alt ov nógvir blindir passaserar, og tað var ikki óuppiborið, tá 07 Vestur eftir um leið einum tíma økti til 2-0. Nýinnkomni Silva legði inn fyri úr høgru síðu, Jóan Pauli fekk í fyrstu syftu vart fyri, men tann høgi bólturin sprakk beint út til Tamba, sum hevði lætt við at skalla hann í netið.

Aftaná hetta málið legði B36 endiliga eitt sindur av trýsti á heimaliðið, men sæð burtur frá tveimum líkinda møguleikum til ávikavist Jákup og Brima líktist tað ongantíð einari minking ella útjavnan, og 07 Vestur hálaði seg enn nærri og upp á síðuna av KÍ.

Tey bæði liðini eru nú bara trý stig aftan fyri okkum, og tað vil siga, at um vit snáva eina ferð, so kunnu vit vera á niðurflytingarplássi, um annað teirra vinnur ... og 07 Vestur spælir í øllum førum, sum um teir kunnu fáa fleiri stig afturat.

Støðan er álvarslig, og nú hava vit heilt einfalt ikki ráð til fleiri avrik sum tað í gjár, um vit ætla okkum framhaldandi at spæla sunnudagsfótbólt.

So einfalt er tað!

STUÐLAR
Seinasti dystur
Víkingur 1 - 0 B36
Vodafonedeildin 29.08.2010

Komandi dystur
EB/Streymur - B36
Vodafonedeildin 12.09.2010




Vodafonedeildin
LiðDVJTMS
NSÍ2012442140
HB2011541338
EB/Streymur209742034
Víkingur209741234
ÍF201046634
B3620767327
B6820659-523
B71204511-3017
FC Suðuroy203512-1914
AB201811-2111
 


Stuðlað av IKT Consult