Síggjast aftur í bestu deildini komandi ár!
Vodafonedeildin 27. umfar, 03. oktober 2009: B36 - B68 1 - 1 (0 - 1)
Framhaldandi luttøka í bestu deildini var so gott sum tryggjað longu undan dystinum í dag, men heilt vist var tað ikki. Um okkara fingu bank og KÍ bankaði EB/Streym í Klaksvík, so var vandin har.
Onki av hesum skuldi tó vísa seg at henda, og tí noyðist KÍ niður í 1. deild at spæla komandi kappingarár.
Tað var nógvur vindur í Gundadali, og fyrra hálvleik høvdu vit mótvind, og vindurin hevði eisini sína ávirkan, tá B68 legði seg á odda longu í 4. minutti. Herbert sparkaði bóltin út frammanfyri tánni á einum toftamanni, og ætlanin var helst, at hann skuldi fara út til innkast, men vindurin fór avstað við honum, og so fekk B68 hornaspark í staðin.
Eisini hornasparksbóltin tók vindurin, og tað snýtti B36-verjuna, og so slapp Keita framat og skallaði hann í málið.
Annars vóru okkara greitt við yvirlutan allan fyrra hálvleiki. Fleiri góðar atsóknir vóru móti B68-málinum, og spælið hekk sera væl saman. Tað er týðiligt, at meira er í hesum liðnum, enn støðan ber boð um, og tað einu ferðina vóru einar fýra atsóknir í einum álopi, men inn vildi bólturin ikki.
Í seinna hálvleiki kom B68 eitt sindur meira við, men B36 var kortini betra liðið, og útjavning lá leingi í luftini, áðrenn Jákup á Borg endaliga skoraði.
Fýra ferðir tók hann hornaspark í okkara høgru síðu í seinna hálvleiki. Við uttaru síðu á høgra fóti sendi hann hvørja ferð bóltin í einum boga út frá málinum, so snúningin og vindurin bóru hann inn móti málinum aftur. Tvær tær fyrstu ferðirnar vóru skotini ov long, triðju ferð var tað ov stutt, men fjórðu ferð var akkurát fyri, og bólturin endaði í handara síðuneti. Smágenialt av Jákupi, sum gleddi allar B36-fjepparar við at skriva undir sáttmála fyri komandi kappingarár fríggjakvøldið.
Fleiri mál komu ikki, men skuldi nakar vinnari vera av hesum dystinum, so vóru vit nokk teir nærmastu.
Vit á heimasíðuni takka fyri í ár, ynskja HB til lukku við føroyameistaraheitinum og gleða okkum til komandi kappingarár.
Vit fara eisini at lova, at komandi kappingarár verður heimasíðan meira fullfíggjað og útbygd!