Forsíðan Elektron

Havnarmeistarar!

Vodafonedeildin 23. umfar, 13. september 2009: B36 - HB 1 - 0 (0 - 0)

Vodafonedeildin 23. umfar, 13. september 2009, B36 - HB 1 - 0 (0 - 0)

B36-liðið:
Jóan Pauli Jacobsen - Johan Ellingsgaard, Herbert í Lon Jacobsen, Klæmint Matras, Poul Arne Jacobsen (Magnus S Olsen 80. min.)- Jákup á Borg, Dennis Holmberg (Odmar Færø 82. min.), Róaldur Jacobsen, Christian Restorff Mouritsen, Bergur Midjord (Sjúrður Thomasen 90. min.)- Brima Koroma

1 - 0 69. min. Christian Restorff Mouritsen

Gult kort: Poul Arne Jacobsen, Jákup á Borg, Brima Koroma

Dómari: Dagfinn Olsen
Hjálpardómarar: Dan Højgaard og Edvard Højgaard
Eygleiðari: Lassin Isaksen

Í allarbestu líkindum tørnaðu Havnarfeløgini í dag saman í Gundadali. Sjáldan munnu fyritreytirnar hjá teimum hava verið so ymiskar sum í dag, men B36 vísti, at vánaliga støðan í Vodafonedeildini ikki sigur alla søguna um dygdirnar á liðnum.

Heilt frá byrjan tók B36 initiativið í dystinum, og tað bar ikki til at síggja á tí, sum fór fram á vøllinum, at hetta var ein uppgerð millum meistaraaspirantarnar og eitt grannalið við reyvini í vatnskorpuni.

B36-spælið fleyt nógv betri enn tað hjá HB, og hóast teir stóru málmøguleikarnir ikki spurdust burtur úr, so vóru HB-ararnir púra eiðasørir.

Eftir eitt korter var bólturin fyrstu ferð í HB-málinum. Eitt sera væl uppbygt B36-álop endaði við, at ein bóltur varð lagdur flott inn í HB-brotsteigin, har Johan Ellingsgaard setti pannuna á og sendi bóltin í málið. Tíanverri var Johan rangstaddur, men nú vóru teir stríputu ávaraðir.

HB var nær við tvær ferðir, tá Milan Kulic í tveimum umførum sendi rimmar skot á træverkið, men tað var eisini tað. Finnur Helmsdal, sáli, plagdi at siga, at onkur gjørdist føroyameistari í mangul av betri, og ein hevur varhugan av, at tað er tað, ið fer at henda í ár.´

Tá Dagfinn Olsen floytaði av til hálvleiks, var støðan framvegis 0-0, men fjeppararnir í B36-skýlinum vóru hugagóðir og trúðu upp á tað.

Seinni hálvleikur var enn meira sannførandi frá B36-síðu, enn tann fyrri. Fleiri ferðir spældi B36 seg til vandamiklar støður, og tá ið ein góður tími var farin bar til.

Jákup á Borg, sum upplivir sín annan ungdóm sum fótbóltsspælari, fór ígjøgnum í vinstru síðu, spældi Brima Koroma ígjøgnum. Brima rak inn í málteigin og fekk lagt bóltin inn fyri málið, har Christian restorff Mouritsen kom til og plaseraði bóltin, har Marcin David ikki rakk honum.

Tey flestu væntaðu nú ivaleyst eitt aftursvar frá HB, men tað kom ongantíð, og tá Dagfinn aftur bríkslaði av var tað greitt, at B36 hevði vunnið dystin og havnarmeistaraheitið. Og okkara menn høvdu gjørt tað so ruddiliga og sera sannførandi.

Hetta royndist eitt frálíkt vikuskifti fyri okkara viðkomandi. Bæði KÍ og 07 Vestur taptu, og vit eru nú seks stig framman fyri tey bæði liðini. Tað gevur luft og lættir um trýstið.

Spælið í dag lovar gott fyri komandi dystirnar, og nú ræður um ikki at taka fótin av speedaranum, men at herja á. EB/Streymur stendur næst í røðini mikukvøldið. Leggja vit sama vilja fyri dagin, so fáa vit eisini okkurt burtur úr tí dystinum, og so fer at líkjast.

Hetta var sera gott, dreingir. Vit síggjast mikukvøldið, og kanska tað kortini verður sunnudagsfótbóltur komandi ár!

STUÐLAR
Seinasti dystur
Víkingur 1 - 0 B36
Vodafonedeildin 29.08.2010

Komandi dystur
EB/Streymur - B36
Vodafonedeildin 12.09.2010




Vodafonedeildin
LiðDVJTMS
NSÍ2012442140
HB2011541338
EB/Streymur209742034
Víkingur209741234
ÍF201046634
B3620767327
B6820659-523
B71204511-3017
FC Suðuroy203512-1914
AB201811-2111
 


Stuðlað av IKT Consult