Tikari við X-factor
Skrivað av Jákup Mørk   
Leygardagur, 07. januar 2012 14:46

Í Gundadali kenna vit hann øll frá trummunum, men nú veit alt kongaríkið, at Sveinur Gaard Olsen eisini dugir at syngja

 

 

Syðra helvtin í Gundadali hevur altíð vitað sannleikan. Sveinur hevur X-factor sum fáur. Við trummunum er tað fáur sum hann, ið dugir at fáa okkum øll at klappa í takt, og hóast hann ikki stýrdi taktini í Gundadali í fjør, so ivast vit ikki í, at hann verður aftur at síggja sum hvítur tikari, tá útlegdin á flatlondunum einaferð er av.

Fríggjakvøldið var so stóri dagurin, tá Sveinur skuldi vísa øllum kongaríkinum, at tónaoyrað er í lagi. Hesa ferð var tað tó røddin, ið skuldi standa sína roynd, og her stóð hvíti tikarin einki aftan fyri hini mongu nøvnini, sum seinastu fýra árini hava verið á DR-skíggjanum.

Blachmann fekk enntá at vita, at hann sjálvur sá nývaknaður út, og tá Pernille helt Svein rigga væl, slapp eisini eitt "i lige måde" ígjøgnum mikrofonina, áðrenn syngjast skuldi. Her hevði Sveinur valt sær High and Dry hjá Radiohead, og tað gjørdi hann somikið væl, at øll trý við dómarapanelið einmælt sendu Svein víðari í næsta umfar. Hvør sangurin verður til ta tíð, vita vit ikki. Men skuldi hann funnið upp á valt nakað hjá Twisted Sister, so er væl eingin ivi um, at eitt stórt kór av harmæltum tikarum er til reiðar at hjálpa honum.

 

Seinasti og komandi

Seinasti dystur

Venjingardystur

Í Gundadali. 4. februar
 

B36 - KÍ  0 - 0 2 0 - 2022


Komandi dystur

Venjingardystur

Gundadalur, 18. februar kl. 13.00
  

B36 - Suðoroy

Støðan í Vodafonedeildini

Tín meining

Hvussu langt kemur B36 í kappingini um Løgmanssteypið?
 

Innritan



B36-styvlar