Floksmenn á ferð!
Mánadagur, 10. oktober 2011 20:10

 

 

Mikudagin kl. 16 spælir B36 í Sørvági móti 07 Vestur, og sjálvandi skipa Floksmenn fyri bussferð.

 

Floksmannahølið, sum bara Floksmenn hava atgongd til, letur upp klokkan 14.00, og bussurin fer frá B36-húsinum klokkan 14.30 vestur í Vágar.

Limir í Floksmonnum við Gulllimaskapi, SilvurÚtilimaskapi ella Bronsulimaskapi, ið hava goldið limagjaldið, sleppa ókeypis við bussinum. Limagjaldið skal annars gjaldast á konto nr. 9181 -1673159 í Eik Banka.

Tey, ið ikki eru limir í Floksmonnum, eru sjálvandi eisini vælkomin við bussinum. Vaksin gjalda 80 kr. og børn undir 14 gjalda 50 kr.

Tríggir dystir eru nú eftir, og tað ræður um at halda fast. Sundalagsmenn eru beint í hølunum á okkum og bíða bara eftir, at vit skulu snáva. Seinast móti B71 reið av álvara um snarið, men vit megnaðu at hála øll trý stigini heim í evstu løtu. Hesu ferð hevði verið gott við einum tryggari sigri! Vit fjepparar eiga at gera okkara, og besti mátin at gera tað, er at vera á staðnum og lata hvítu leikararnar hoyra okkum! Møtið fjølment!

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

Gundadalur - 5. umfar

Mánadagin 1. juni - kl. 15:00

  -----------------

1. deild menn

Leygardagin 30. mai - kl. 13:00

B36 - B71

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Mánadagin 01. juni - kl. 18:00

EBS/SKÁLA - B36

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør vinnur, B36-HB?
 

Leinkir

 

Stuðla og vinn

Keyp atgongumerki / lutaseðil 2020 her :

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan