Floksmenn á ferð!
Fríggjadagur, 16. september 2011 10:15

 

 

Sunnudagin kl. 15.00 spælir B36 á Svangaskarði á Toftum, og sjálvandi skipa Floksmenn fyri útferð til dystin

 

Floksmannahølið - sum bara Floksmenn hava atgongd til! - letur upp klokkan 12.30, og bussurin fer frá B36-húsinum klokkan 13.30 norðureftir.

Limir í Floksmonnum við Gull-, SilvurÚti- ella Bronsulimaskapi, ið hava goldið limagjaldið, sleppa ókeypis við bussinum. Limagjaldið skal annars gjaldast á konto nr. 9181 -1673159 í Eik Banka.

Tey, ið ikki eru limir í Floksmonnum, eru sjálvandi eisini vælkomin við bussinum. Vaksin gjalda 80 kr. og børn undir 14 gjalda 50 kr.

Vit vænta nógv fólk, og tí er longu avgjørt, at tveir bussar fara inneftir suunnudagin.

 

Tveir greiðir 3-0 sigrar á rað hava varðveitt okkara oddastøðu í landskappingini, og nú endin á kappingini nærkast ræður um at halda fast um góðu gongdina, so tey bæði treisku liðini í hølunum á okkara monnum ikki fáa møguleika at vinna nakað inn á okkum.

Tí fara vit øll inn á Svangaskarð at rópa sunnudagin.

Møtið fjølment!

 

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

Gundadalur - 5. umfar

Mánadagin 1. juni - kl. 15:00

  -----------------

1. deild menn

Leygardagin 30. mai - kl. 13:00

B36 - B71

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Mánadagin 01. juni - kl. 18:00

EBS/SKÁLA - B36

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør vinnur, B36-HB?
 

Leinkir

 

Stuðla og vinn

Keyp atgongumerki / lutaseðil 2020 her :

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan