|


Áskoðarastuðulin til okkara lið er skipaður soleiðis, at allir partar eru undir sama hatti við vælkenda navninum Floksmenn.
Allir fjepparar, ung sum gomul, White Tigers, eldri B36-arar, foreldur og annars øll onnur við, ið hava áhuga í at stuðla okkara liðum, verða boðin at gerast limir í Floksmonnum. Allur ágóðin av limagjaldinum og møguligum øðrum inntøkum til Floksmenn fer, aftaná útreiðslur, óskerdur til B36. ¾ til ungdómsarbeiðið og ¼ til rakstur av felagshúsinum v.m..
Limaskapur í FLOKSMONNUM hevur - alt eftir slagi av limaskapi - fleiri fyrimunir við sær.
Fyrimunirnir kunnu vera:
• Fríkort til allar heimadystirnar
• Ókeypis bussferðir til útidystirnar
• Ókeypis atgongd til Floksmannahølið
• Ókeypis atgongd til onnur tiltøk, so sum Premier league dystir á stórskíggja í Floksmannahølinum, familjutiltøk o.m.a. sum er í umbúna.
Treytin fyri at luttaka í hesum tiltøkum er, at tú gerst limur í Floksmonnum og samstundis váttar eina fasta bankaflyting eina ferð um mánaðin.
Fýra møguleikar eru fyri limaskapi:
• Gull-limaskapur, ið kostar 150,-/mðr., gevur árskort til allar heimadystir hjá Vodafoneliðnum, rætt til ókeypis bussferðir og ókeypis atgongd til øll tiltøk hjá Floksmonnum og White Tigers.
• SilvurÚti-limaskapur, ið kostar 75,-/mðr., gevur rætt til ókeypis bussferðir og ókeypis atgongd til øll tiltøk hjá Floksmonnum og White Tigers.
• SilvurHeima-limaskapur, ið kostar 75,-/mðr., gevur fríkort til allar heimadystirnar hjá besta liðnum hjá B36 og ókeypis atgongd til øll tiltøk hjá Floksmonnum og White Tigers.
• Bronsu-limaskapur, ið er fyri børn undir 14 ár og er ókeypis, gevur rætt til ókeypis bussferðir, atgongd til Floksmannahølið og atgongd til tiltøk hjá Floksmonnum og White Tigers.
Tekna teg sum lim í Floksmonnum beinanvegin!
Við at trýsta á leinkið niðanfyri kemur tú víðari inn á tilmeldingar-teldupost hjá Floksmonnum. Upplýs navn, bústað, telefonnummar, teldubústað og ynskt slag av limaskapi og send avstað.
Hvar er tað stuttligt?
Tað er tað í Floksmonnum, so skunda tær og tekna teg sum lim. Trýst
Hesin teldubústaðurin er vardur móti skipanum, ið savna teldubústaðir. Tú skalt aktivera javascript fyri at síggja bústaðin.
Kontonummarið hjá Floksmonnum er 9181 -1673159 í Eik Banka.
|